Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerð um fiskiskap eftir botnfiski í grønlendskum sjógvi í 2014 sambært fiskiveiðiavtaluni, sum Føroyar og Grønland undirskrivaðu í desember.
Eftir avtaluni kunnu føroysk skip royna eftir toski, brosmu og steinbíti í Eysturgrønlandi í 2014. Veiðan av toski kann í mesta lagi vera 355 tons, meðan hjáveiðan av svartkalva og kalva kann vera upp til 275 tons.
Umframt kvoturnar í Eysturgrønlandi hava Føroyar eina kvotu av svartkalva upp á 100 tons í Vesturgrønlandi.
Eins og undanfarin ár er treyt fyri at sleppa til Eysturgrønlands, at skipið hevur fiskiloyvi til botnfisk í føroyskum sjógvi. Harafturat hava tey skip fyrimun, sum árini 2009-2013 hava fiskað mest av botnfiskakvotunum í Eysturgrønlandi eftir avtaluni við Grønland.
Treytin fyri at fáa svartkalvakvotuna í Vesturgrønlandi er, at skipið hevur fiskað svartkalva har sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland í tíðarskeiðinum 2009-2013.
Kunngerðin sigur tó, at um tað seinni í ár vísir seg, at kvoturnar í Grønlandi ikki verða fiskaðar, kunnu fiskiloyvi verða latin øðrum skipum enn teimum, sum í fyrsta umfari fáa fiskiloyvi.
Umsóknir um loyvi at fiska botnfisk í Grønlandi í 2014, sambært fiskiveiðiavtaluni við Grønland, skulu sendast VØRN-Fiskiveiðieftirlitið. Skip, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum.
Kunngerðin er tøk á www.kunngerdaportalur.fo