29.04.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Loyvi at royna eftir botnfiski í Grønlandi í 2013

Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerð um fiskiskap eftir botnfiski í grønlendskum sjógvi í 2013.
Føroysk skip kunnu royna eftir toski, brosmu og steinbíti í Eysturgrønlandi í 2013. Veiðan av toski má ikki fara upp um 255 tons, meðan hjáveiðan av svartkalva og kalva kann verða upp til 275 tons.
Umframt kvoturnar í Eysturgrønlandi hava Føroyar eina kvotu av svartkalva upp á 100 tons í Vesturgrønlandi.
Eins og undanfarin ár er treytin fyri at sleppa til Eysturgrønlands, at skipið hevur fiskiloyvi til botnfisk í føroyskum sjógvi. Harafturat hava tey skip fyrimun, sum árini 2008-2012 hava fiskað mest av botnfiskakvotunum í Eysturgrønlandi, ið Føroyar hava í avtaluni við Grønland.
Treytin fyri at fáa svartkalvakvotuna í Vesturgrønlandi er, at skipið hevur fiskað svartkalva har sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland í tíðarskeiðinum 2008-2012.
Eftir kunngerðini kann landsstýrismaðurin seinni gera av, at onnur skip enn tey, sum í fyrsta umfari fáa loyvi at fara til Grønlands, kunnu fáa loyvi, um so er, at útlit eru fyri, at kvoturnar ikki verða fiskaðar.
Eftir fiskiveiðiavtaluni Føroyar høvdu við ES, kundu føroysk skip fiska kvotur av rækjum, svartkalva og kongafiski í Grønland. Í ár er eingin fiskiveiðiavtala gjørd við ES, tí tey tvinna fiskiveiðiavtaluna saman við ósemjuni um makrelin og vilja ikki gera nakra avtalu við Føroyar, fyrr enn makrelspurningurin er loystur.
 
Umsóknir um loyvi at fiska botnfisk í Grønlandi í 2013 skulu vera Fiskimálaráðnum í hendi innan fríggjadagin 3. mai 2013. Skip, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum.
Kunngerðin er tøk á www.kunngerdaportalur.fo