Eftir fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu føroysk skip royna eftir toski, brosmu og steinbíti í Eysturgrønlandi í 2011. Veiðan av toski má ikki fara upp um 255 tons, meðan hjáveiðan av svartkalva og kalva kann verða upp til 275 tons. Umframt kvoturnar í Eysturgrønlandi hava Føroyar eina kvotu av svartkalva upp á 100 tons í Vesturgrønlandi.
Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerð, sum ásetir, hvørji skip kunnu fáa loyvi at fiska botnfisk í Grønlandi. Treytin fyri at sleppa til Eysturgrønlands er, at skipið hevur fiskiloyvi til botnfisk í føroyskum sjógvi. Harafturat hava tey skip fyrimun, sum árini 2006-2010 hava fiskað mest av botnfiskakvotunum í Eysturgrønlandi, ið Føroyar hava í avtaluni við Grønland.
Í avtaluni við Grønland er ásett, at í mesta lagi trý skip kunnu royna í Eysturgrønlandi í senn. Tí er talið av fiskiloyvum, í fyrsta umfari, avmarkað til trý skip.
Treytin fyri at fáa svartkalvakvotuna í Vesturgrønlandi er, at skipið hevur fiskað svartkalva har sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland í tíðarskeiðinum 2006-2010.
Undanfarin ár hava Føroyar í fiskiveiðiavtaluni við ES havt kvotur av rækjum, svartkalva og kongafiski í Grønlandi. Í ár er eingin avtala gjørd við ES, tí tey tvinna fiskiveiðiavtaluna saman við ósemjuni um makrelin og vilja ikki gera nakra avtalu við Føroyar, fyrr enn makrelspurningurin er loystur.
Umsóknir um loyvi at fiska botnfisk í Grønlandi í 2011 skulu vera Fiskimálaráðnum í hendi innan týsdagin 31. mai 2011 kl. 15.00. Skip, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum.
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2011 er lýst í Kunngerðablaðnum, hefti 16 A, 24. mai 2011, tøk á www.logir.fo. (Kunngerð nr. 42 frá 23. mai 2011 um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2011.)
Fiskimálaráðið
Bókbindaragøta 8
Postboks 347
FO-110 Tórshavn
Fax (+298) 35 30 35