12.06.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Lógin um vinnuligan fiskiskap

Tríggjar broytingar eru gjørdar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum komu í gildi 30. mai 2009:

1) 110-tons skottið: (Ll. nr. 60 frá 25. mai 2009)
Nú er møguligt at leggja loyvir saman í hvørjum bólki. Broytingin hevur serliga týdning fyri bólk 4T. Áðrenn var skott í tonsum, sum avmarkaði samanlegging av loyvum í bólkinum. Nú er henda avmarking strikað, soleiðis at møguligt er at leggja loyvir saman í bólkinum.

Sama broyting er í sambandi við avhending av fiskidøgum.

2) Felags kvota við hámarki: (Ll. nr. 60 frá 25. mai 2009)
Endamálið við hesi broyting er at allýsa hugtakið, “felags kvota við hámarki”, í lógini.

3) Fiskidagatalið fyri fiskiárið 2008/2009: (Ll. nr. 62 frá 25. mai 2009)
Henda broytingin regulerar fiskidagatalið fyri fiskiárið 2008/2009.
 

http://kunngerdasavn.logir.fo/filusavn/Hefti%2013A-2009.pdf