14.06.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Løgtingslóg og kunngerð um makrelfiskiskap í 2011 eru lýstar

Løgtingslóg um serstakar treytir fyri makrelfiskiskapi í 2011 og kunngerð um veiðu eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2011 vórðu lýstar í Kunngerðablaðnum, sum kom út fríggjadagin 10. juni 2011.
 
Lógin og kunngerðin eru at finna á www.logir.fo undir “Kunngerðasavn” Hefti 23.
 
Kunngerðin ásetir m.a., at 22.000 tons verða latin eigarum av fiskiførum, sum í 2009 høvdu rætt til fiskiloyvi sambært § 5, stk. 4, 1. pkt í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Her er talan um nótaskipini. Tey hava framman undan fingið útskrivað 35.000 tons. Kvotan verður latin sum egin árskvota.
 
41.450 tons av makreli verða latin eigarum av øðrum fiskiførum undir føroyskum flaggi enn teimum, sum fáa lut í teimum 22.000 tonsunum nevnd omanfyri. Her er talan um øll onnur føroysk fiskiskip enn tey, sum koma undir felagsheitið nótaskip. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið hjá hvørjum skipi er 4.000 tons.
 
Fyri tey 41.450 tonsini er ásett, at fiskiskapurin kann byrja 20. juni, og at helvtin (20.725 tons) kunnu verða fiskað fyri 20. juli 2011.
 
Fiskimálaráðið fer hesa vikuna at avgreiða umsóknir frá skipum og bátum, sum hava søkt um fiskiloyvi at fiska makrel.
 
Sambært kunngerð um avgreiðslugjøld fyri fiskiloyvi (Kunngerð nr. 77 frá 25. august 2008 um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum) skal eitt avgreiðslugjald upp á 500 kr. verða goldið, áðrenn fiskiloyvið kann verða skrivað.
 
Eigarar av fiskiførum skulu rinda avgreiðslugjaldið á konto nr. 6460-173.368.2 í BankNordik, og samstundis upplýsa navn og sýslunummar á fiskifarinum, kallibókstavir og navn á eigara.