04.07.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Lívfeingisbúskapur skal setast á dagsskránna í norðurlendskum samstarvi
Norðurlendska ráðharraráðið fyri fiskivinnu, aling, landbrúk, skógbrúk og mati samtykti á fundi 29. juni 2013 at gera lívfeingisbúskap (bioøkonomi) til tað stóra innsatssøkið komandi árini. Lívfeingisbúskapur gongur út uppá at granska gagnnýtsluna av tilfeinginum og finna leiðir til at nýta livandi tilfeingi betur og til fulnar.
“Hetta er ein avbera stórur møguleiki fyri Føroyar”, sigur Ásmundur Guðjónsson, sum umboðaði Føroyar á ráðharrafundinum. “Okkara samfelagsbúskapur byggir í stóran mun á livandi tilfeingi í sjónum, og tí er norðurlendski innsatsurin rættiliga beinrakin til okkara tørv fyri menning og nýskapan ”. Hann leggur afturat, at Ísland hevur sett lívfeingisbúskap sum lyklaorðið í formansskapinum í 2014, og roknast kann við, at ráðharraráðið setur upp til 30 milliónir av til innsatsin næstu 3 árini. Harafturat koma so upphæddirnar sum serliga Nordforsk og Nordic Innovation møguliga seta av til gransking og nýmenning innan lívfeingisbúskap.
Nýsetti aðalskrivarin í Norðurlendska ráðharraráðnum, Dagfinn Høybråten, luttók á fundinum og greiddi frá tí politikki, hann hevur fingið mandat frá samstarvsráðharrunum at føra. Millum annað nevndi hann, at hann fer at arbeiða fyri at gera norðurlendska samstarvið meira politiskt tengt, tað vil siga, at politiskir spurdómar koma í størri mun enn áður at verða viðgjørdir.
Fundurin var hildin í Åre í Svøríki. Næsti fundur verður í Selfossi í Íslandi um eitt ár.
Fleiri upplýsingar um ráðharrafundin fáast við at venda sær til Ásmund Guðjónsson (asmundur.gudjonsson@fisk.fo).