30.06.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Lívfeingisbúskapur og veðurlagsbroytingar høvuðsevnini á norðurlendska ráðharrafundinum í ár

Lívfeingisbúskapur og veðurlagsbroytingar høvuðsevnini á norðurlendska ráðharrafundinum í ár

Norðurlendska ráðharraráðið fyri fiskivinnu, aling, landbrúk og skógrøkt hevði sín árliga fund 26. juni 2014 í Selfossi í Íslandi. Á fundinum vóru tað serliga veðurlagsbroytingar og lívfeingisbúskapur, sum vórðu viðgjørd.


Ráðharrarnir fingu frágreiðing frá eini størri verkætlan í norðurlendskum høpi, hvørs endamál hevur verið at kanna, hvørjar avleiðingar veðurlagsbroytingar hava fyri primeru vinnurnar: fiskivinnu, aling, landbúnað og skógbúnað. Frágreiðingin hevði nógv viðmælir, sum vórðu viðgjørd á fundinum, og sum ráðharrarnir beindu víðari til embætismannabólkarnar at viðgera.


Ráðharrarnir fingu somuleiðis frágreiðing um lívfeingisbúskapurin undir íslendska formansskapinum í ár, og skipað var fyri eini “show case” av nýggjum vørum úr Grønlandi, Føroyum og Íslandi, sum dømi uppá nýskapanina í lívfeingisbúskapinum. Ráðharrarnir samtyktu at biðja aðalskrivaran gera eina størri kanning av lívfeingisbúskapinum, sum nýtt norðurlendskt samstarvsøki millum fleiri ráðharraráð. Lívfeingisbúskapur heldur fram sum tema undir danska formansskapinum í 2015.


Dagin fyri ráðharrafundin skipaðu íslendingar fyri almennari ráðstevna um lívfeingisbúskap.