Tað var hug- og álitisvekjandi at síggja og uppliva eldhugan, sum fólkini í bjargingarfeløgunum hava mótvegis føroyskari tilbúgving. Nógv mál vóru tikin fram í formansfrágreiðingini hjá Regini Jespersen, eitt nú vansin við, at ikki øll bjargingarfeløgini í landinum vóru skipað í landsfelagnum, tað er vælkent, at Norðoya Bjargingarfelag hevur valt at standa uttanfyri felagið. Stuðulin sum Fiski- og tilfeingismálaráðið letur bjargingarfeløgunum umvegis fíggjarlógina varð umrøddur, og í hesum sambandinum róði formaðurin framundir, at umsitingin av stuðlinum átti at verið útdelegerað til feløgini undir strongum eftirliti sjálvandi. Hann helt detailstýringina í Ráðnum vera ov lítið smidliga. Landsstýrismaðurin hevur longu tikið hetta málið upp við umsitingina, sum í hesum døgum viðger áheitanina. Stuðulin hevur verið 1 millión krónur um árið, men síðani í fjør hevur stuðulin verið 2,5 milliónir krónur, harav hálvonnur millión fer óskerd til bátaverkætlanina hjá landsfelagnum.
Eitt mál sum fekk drúgva umrøðu á fundinum var radioútgerðin, sum hálendingar handaðu løgmanni á sinni. Hann er verji landsfelagsins og gav teimum hesa gávuna, sum verður mett at hava eitt virði á 1 millión krónur. Útgerðin skal setast upp kring landið í summar, og nakað av orðaskifti hevur verið um viðurskiftini kring fíggjarliga partin av hesum máli. Bæði á tingi og í fjølmiðlunum.
5. apríl heitti løgmaður á landsstýrismannin í tilbúgvingarmálum um at taka hetta málið upp, tá ið vandi var fyri, at útgerðin ikki fór at verða sett upp í summar. Fundur varð hildin á Tilbúgvingarstovninum stutt eftir, og síðani er málið viðgjørt á landsstýrisfundi samsvarandi einum uppriti frá Fiski- og tilfeingismálaráðnum. Samband hevur eisini verið ímillum Ráðið og Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini. Burturúr hesum er fyribils komið, at radioútgerðin verður sett upp kring landið í summar.
Rósa Samuelsen, tingkvinna, setti landsstýrismanninum nakrar spurningar í Dimmalætting fyri kortum, um fíggjarligu viðurskiftini kring radioútgerðina, sum føroyingar hava fingið frá hálendingum. Í løtuni er trupult at svara spurningunum, tá ið vit ikki vita, hvat uppseting og rakstur koma at kosta. Tá ið ógreiða var um kostnaðin, og onki var gjørt við spurningin fyri 4. februar í ár, og samráðingarnar við teir ymsu veitararnar ikki eru lidnar enn, ber ikki til at siga, hvat endaliga úrslitið verður, og harvið var tað trupult at leggja upp fyri hesum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008. Fyribils eru boðini farin um, at støðirnar skulu setast upp, og í løtuni er støðan hon, at kostnaðurin sum spyrst burturúr, eftir samráðingarnar, verður tikin av upphæddini á 2,5 milliónir krónur, sum er sett av á galdandi bráfeingisfíggjarlóg. Vónandi verður úrslitið soleiðis háttað, at teir báðir stovnarnir, sum nú verður samráðst við, verða at kalla eins lagaligir mótvegis bjargingarfeløgunum sum Landsverk, Kall og Færøernes Kommando, ið hava játtað at luttaka fyri ongan kostnað. Á landsstýrisfundi í seinastu viku var annars semja um, at ein møguligur eykakostnaður av hesi radioútgerðini skal halda vanliga stuðulin til feløgini skaðaleysan frá 2009 og frameftir. Tá ið full greiða er fingin á øllum hesum fær tingkvinnan eitt nágreiniligari svar uppá spurningarnar.
Eftir aðalfundin var hátíðarhald í bátahylinum, har landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, formaðurin Regin Jespersen, eitt umboð fyri sviar og løgmaður fluttu fram røður. Síðani var bjargingarbáturin doyptur og fekk sera hóskandi navnið – LÍV. Nógv royndu at stima við bátinum á fjørðinum, og semja var um, at tað var ein skilagóð avgerð, tá ið Løgtingið valdi at stuðla hesum bátakeypinum hjá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg. Báturin skal hava støð í Havn. Seinri um kvøldið var døgverði fyri innbodnum.
Ætlanin var, at bjargingarroynd skuldi haldast hendan dagin, men hon varð av ongum, tá ið ongin tyrla var tøk í tilbúgvingini til endamálið. Eitt antiklimaks, sum gjørdi dagin tað minni hugaligan.