Landsstýrismaðurin vitjaði Vestmanna og Vága kommunur
Samferðsla hevur stóran áhuga kring alt landið, bæði í oyggjunum, sum serliga dúva uppá tænastur frá Strandfaraskipum Landsins, og í restini av landinum, har landsvegakervið við vegum, tunlum og undirsjóvartunlum hava týdning fyri samferðsluna til og úr økinum.
Í gjár vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, Vestmanna kommunu og Vága kommunu.
Í Vestmanna kommunu er serligur áhugi fyri ætlaða Vestmannatunlinum, og greiddi Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, frá, hvørja ávirkan avmarkingarnar í vegakervinum til og úr Vestmanna hava á fólk, sum dagliga brúka farleiðina um Høgareyn.
Dennis Holm, landsstýrismaður, greiddi frá, at landsstýrið arbeiðir við langtíðaríløguætlanini og ein partur av hesum eisini fevnir um raðfesting av tunlum komandi árini. Ætlanin er at royna at finna eina breiða politiska semju um raðfestingar av tunlum komandi 10 árini ella so, soleiðis at tey økini, har ætlanin er at gera tunlar, kunnu fyrireika seg uppá, nær tey fáa betri vegasamband, samstundis sum Landsverk hevur eina greiða tíðarætlan fyri fyrireiking og projektering av tunlunum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Eftir vitjanina í Vestmanna gekk leiðin vestur í Vágar, har vitjað varð hjá Vága kommunu. Bjarni Prior, borgarstjóri, greiddi frá virkseminum í kommununi og ætlanum, sum kommunan arbeiðir við. Eisini vóru mál við felags áhuga á samferðsluøkinum umrødd.
Eg havi frá byrjan raðfest at vitja kring landið, bæði tá tað umræður fiskivinnumál og samferðslumál. Hetta meti eg vera ein týðandi liður í at kunnu røkja uppgávuna sum landsstýrismaður á hesum økjum so væl sum til ber, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.