08.07.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Landsstýrismaðurin verið á summarfundi Norðurlandaráðharraráðsins

Landsstýrismaðurin verið á summarfundi Norðurlandaráðharraráðsins
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur luttikið á árliga norðurlendska ráðharrafundinum – hesaferð á Ísafirði í Íslandi 2. juli 2009 – har norðurlendskir ráðharrar innan økini fiskivinna, havbúnaður, jarðarbrúk, matvørur og skógarbrúk (MR-FJLS) vóru komnir saman.
 
Fundurin í ár var skipaður í 3 modul, og sum nakað nýtt var eitt av hesum modulum ein  ófor­mellur fundur bara millum ráðharrarnar.
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, skifti orð við m.a. danska ráðharran, Evu Kjer Hansen, norska ráðharran Helgu Pedersen og nýggja íslendska ráðharran Jón Bjarnason.
 
Fyrrapartin 2. juli var ES-fiskivinnupolitikkurin á skránni. Ein sera kritisk gjøgnumgongd var givin av prof. Jesper Raakjær, frá Århus Universitet, og Reinhard Priebe, stjóri fyri DG MARE, gjørdi somuleiðis sínar viðmerkingar. Síðani fingu ráðharrarnir møguleika at koma við sínum viðmerk­ingum til trý evni: Regionalisering af fiskeriforvaltningen, økonomisk fiskeriforvaltning og co-man­­agement.
Á fyrrapartsfundinum var eisini eitt tema um skóg og klima.
 
Seinnapartin var regluligi ráðharrafundurin. Aðalskrivarin í NMR, Halldór Ásgrimsson, gjøgn­um­gekk arbeiðið í MR-FJLS (status) við útgangsstøði í Rammuskránni 2009-2012, sum hevur 6 undirmál:
1.      Norðurlendskur kappingarmáttur
2.      Veðurlag
3.      Ílegutilfeingi
4.      Stranda- og bygdamenning
5.      Vælferð, matvøra og heilsa
6.      Altjóða samstarv
 
Eitt av evnunum á fundinum seinnapartin var danski formansskapurin í NMR í 2009, har Føroyar átaka sær at skipa fyri økinum, sum hevur við fiskivinnusamstarv at gera.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, greiddi frá hugsanum Føroyar higartil hava um skránna.
 
Ein altjóða ”Ísafjarðar-fráboðan” við heitinum ”Vigtigheden af Fiskeri- og Akvakultursektorerne”, er eisini eitt úrslit av fundinum, ið var tann 2. juli 2009.
Leinkja niðanfyri.
 
Við landsstýrismanninum í Íslandi var Jákup Mørkøre, samskipari.