02.12.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Landsstýrismaðurin verið á fundi við Joe Borg, ES kommisser

Landsstýrismaðurin verið á fundi við Joe Borg, ES kommisser

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur verið á fundi í Brússel við fiskivinnukommisserin í ES, Joe Borg.

 
ES viðgerð og endurskoðar sín fiskivinnupolitikk í hesum døgum við tí fyri eyga at seta møguligar nýggjar skipanir í gildi frá 1. januar 2013 at rokna.
 
Undir hesi viðgerð hevur fiskivinnukommisserurin borið fram sjónarmið um, at hann sær vandar í tí kvotuskipan, sum er galdandi í ES, eins og hann hevur nevnt, at ES átti at kannað nýggjar møguleikar, eitt nú skipanir við fiskidøgum.
 
Jacob Vestergaard og Joe Borg hittust við tí endamáli at viðgera spurningar innan ymsu skipanirnar. Í hesum sambandi hevði landsstýrismaðurin framløgu um føroysku fiskidagaskipanina. Landsstýrismaðurin greiddi frá, at fiskidagaskipanin er góð 10 ára gomul, og at áhaldandi tillagingar eru gjørdar við atliti at burðardyggari veiðu. Talið av fiskidøgum er støðugt lækkað, tilsamans góð 30% fyri størri før og góð 20% fyri útróðrarbátar, eins og at talið av størri skipum er lækkað við umleið einum triðingi síðani fyrst í nítiárunum.
 
Landsstýrismaðurin vísti harnæst á, at føroyska skipanin umfataði fleiri amboð enn bert fiskidagar, ið øll verða nýtt við atliti at burðardyggari veiðu. Dømi um slík amboð eru:
 
·        Økisfriðingar í sambandi við skipasløg, stødd og reiðskap
·        Friðingar fyri trolveiðu
·        Friðingar við atliti at gýtingarfiski
·        Friðingar við atliti at smáfiski
·        Friðingar við atliti at korallum
 
Víst varð á, at føroyska fiskidagaskipanin er grundað á regluna um ”blandingsfiskiskap”, og at samlaða botnfiskaveiðan – roknað undir einum – hevði verið jøvn seinastu mongu árini.
 
Føroyska reglan um, at tað er bannað at blaka fisk út varð eisini viðgjørd á fundinum, og júst á hesum økinum ásannaðu umboðini fyri ES, at føroyska skipanin veruliga vísti sína styrki. Útblaking av fiski er nevniliga ein sera stórur trupulleiki hjá ES og ein beinleiðs hóttan ímóti møguleikanum at skipa fiskiskap teirra burðardygt.
 
Fyri fáum vikum síðani var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, á líknandi vitjan í Edinburgh í Skotlandi. Kunning av fiskidagaskipan okkara og broytingar í fiskivinnupolitikkinum hjá ES vóru á breddanum. Á tí vitjanini hitti Jacob Vestergaard skotska fiskimálaráðharran Richard Lochhead.
 
Samanumtikið vóru partarnir, bæði á fundinum í Brússel og Edinburgh, sera væl nøgdir við fundirnar. Partarnir hava samband hvør við annan, og kunna og viðgera viðurskifti av felags áhuga.
 
Føroysku umboðini á báðum fundum vóru Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Rógvi Reinert aðalstjóri og Jákup Mørkøre, samskipari. Harumframt luttók Sigga Jacobsen frá føroysku sendistovuni í London á fundinum í Edinburgh og Gunnar Holm-Jacobsen frá føroysku sendistovini í Brússel, á fundunum í Brússel.