22.05.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Landsstýrismaðurin til Malta á árliga fundin millum fiskimálaráðharrarnar í Norðuratlantshavinum
Tann 13. árligi fundurin millum fiskimálaráðharrarnar í Norðuratlantshavinum verður hildin á Malta frá 21. til 24. mai í ár. Landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, luttekur saman við ráðharrunum úr Kanada, Russland, Noregi, Íslandi og Grønlandi. Verturin fyri fundin í ár er ES kommisserurin fyri fiskivinnumál, Joe Borg, sum sjálvur er av Malta.
Eitt afturvendandi evni millum ráðharrarnar tey seinastu árini hevur verið samstarv um tiltøk at basa ólógligum og óskipaðum fiskiskapi. Sum framhald av hesum, fara ráðharrarnir í ár at viðgera praktisk viðurskifti í samband við eftirlit í Norðuratlantshavinum, m.a. ábyrgdina hjá flagglondum og samstarv um skipanir fyri eftirliti við landingum av fiski.
Veðurlagsbroytingar og avleiðingar fyri fiskivinnuna eru eisini á skránni til eina stutta viðgerð. Væntað verður, at størri fokus verður sett á hetta evnið aftur komandi árið.
Endamálið við árliga fundinum hjá ráðharrunum er at røkja eitt óformligt samskifti um felags fiskivinnumál tvørturum Norðuratlantshavið. Eitt høvuðsevni verður vanliga valt til eina skipaða viðgerð, men skráin gevur eisini ráðharrunum góða tíð at knýta sambond og tosa sínámillum um onnur mál.
Fundurin endar leygardagin 24. mai við einum felags tíðindafundi kl. 1830 og einum felags tíðindaskrivi á enskum.