04.08.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Landsstýrismaðurin sent norska fiskimálaráðharranum skriv
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur í dag sent norska fiskimálaráðharranum skriv viðvíkjandi samstarvinum um makrelfiskiskapin í sambandi við norsku avgerðina um at nokta føroyskum fiskiskipum at avreiða makrel í norskum havnum. Landsstýrismaðurin hevur somuleiðis sent fiskivinnumyndugleikunum í ES og Íslandi kunning um avgerandi sjónarmið í málinum.
Í skrivinum verður víst á, at landsstýrismaðurin er sera ónøgdur við hetta stig hjá Noregi, eftirsum tað eru fýra strandarlond, sum ikki hava funnið semju um makrelin í 2010, og tí er tað órættvíst at taka ein burturúr og áseta tiltøk móti Føroyum.
Fleiri orsøkir eru fyri, at eingin makrelavtala er fyri 2010:
1) ES og Noreg vóru ósamd um loyvi at fiska inni í búskaparøkinum hjá hvørjum øðrum
2) Føroyar vístu á, at makrelurin átti at býtast av nýggjum
3) Partarnir vóru ikki samdir um, hvussu íslendski makrelfiskiskapurin uttanfyri strandarlandaavtaluna skuldi handfarast
4) Í januar 2010 undirskrivaðu ES og Noreg eina sínamillum makrelavtalu, og valdu ikki at gera fleiri royndir at fáa semju við Føroyar sum ein javnbjóðis samráðingarpartur.
Makrelkvoturnar hjá ES og Noreg eru 10% hægri enn tilmælið um heildarveiði hjá ICES. Harafturat koma kvoturnar hjá Íslandi og Russlandi, og tá eru samlaðu makrelkvoturnar 40% yvir ICES tilráðingina – og hetta áðrenn Føroyar hava ásett sær kvotu. ES og Noreg hava, við at áseta hesar makrelkvotur, mótvirka burðurdyggum makrelfiskiskapi.
Í fleiri ár hava broytingar verið í ferðingarmynstinum og gýtingarøkinum hjá makreli, sum vísir, at meira er til norðan og vestanfyri. Tí er føroyska sjónarmiðið, at Føroyar hava rætt til ein størri part av heildarkvotuni enn í verandi strandarlandaavtalu.
Føroyar vísa á, at tað er sera óheppið, at eingin makrelavtala er millum tey fýra strandarlondini, tí neyðugt er at tryggja burðardyggan fiskiskap úr stovninum. Tí hevur føroyski fiskimálaráðharrin í summar roynt at fingið í lag framhaldandi samráðingar um avtalu fyri 2010, men tað hevur ikki eydnast. Tað er okkara vón, at allir partar vilja arbeiða fram ímóti at finna semju um eina makrelavtalu fyri 2011.
Føroyar hava, nú eingin strandarlandaavtala er, bert fylgt somu mannagongd sum Noreg, ES og Ísland hava nýtt fyrr í ár, og hava eins og hesi londini loyvt eini avmarkaðari føroyskari makrelveiði.
Í heyst verða samráðingar aftur millum strandarlondini um makrelavtalu fyri 2011, har semja vónandi verður funnin at tryggja framhaldandi burðardyggan fiskiskap, og tí er norska stigið móti tí eina strandalandinum – Føroyum - sera óheppið.