Í seinastu viku hitti Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, íslendska starvsbróður sín, Einar K. Guðfinnsson, í Oslo. Ráðharrarnir samskiftu óformliga í sambandi við ein døgurða fyri mongum fiskivinnuumboðum.
Samskift var m.a. um støðuna hjá toskastovninum í Íslandi, eins og kvotuskipan teirra eisini var til umrøðu. Føroyskur fiskiskapur í síni heild var eisini umrøddur.
Komandi fiskivinnusamráðingarnar millum Føroyar og Ísland, um fiskiskap fyri restina av 2008, vóru eisini leysliga umrøddar, tó uttan at farið var í smálutir.
Ráðharrarnir møtast væntandi aftur í apríl, tá nevndu samráðingar vera.