12.11.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Landsstýrismaðurin hevur verið á stuttari vitjan í Skotlandi
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur verið á stuttari vitjan hjá starvsbróðuri sínum í Skotlandi, Richard Lochhead.
Vitjanin var úrslit av eini innbjóðing, ið skotar høvdu sent landsstýrismanninum, umvegis sendistovuna í London, fyrr í ár.
Eftir ynski frá skotum kunnaðu føroysku umboðini um vinnuna í Føroyum við serligum atliti at okkara fiskidagaskipan. Føroysku umboðini greiddu frá, at fiskidagaskipanin var góð 10 ára gomul, og at í hesum tíðarskeiði eru støðugar tillagingar gjørdar, so sum, at talið av fiskidøgum støðugt er lækkað (góð 20% fyri smærri før og góð 30% fyri størri før), eins og at skipanin við stongdum økjum støðugt verður endurskoðað.
Harnæst vísti landsstýrismaðurin á, at føroyska skipanin umfatar munandi fleiri amboð enn bert fiskidagar, eitt nú:
· Økisfriðingar í sambandi við skipasløg, stødd og reiðskap
· Friðingar fyri trolveiðu
· Friðingar við atliti at gýtingarfiski
· Friðingar við atliti at smáfiski
· Friðingar við atliti av verju av korallum
Føroysku umboðini greiddu annars frá, at skipanin innan botnfisk er grundað á regluna um “blandingsfiskiskap” og regluna um, at tað ikki er loyvt at blaka fisk í havið aftur.
Fiskidagaskipanin var ikki einasti partur av føroysku framløguni. Kvotaskipanin innan okkara uppsjóvarvinnu, fiskiskapur í fremmandum sjógvi, alivinna og flakavinna vórðu eisini viðgjørd.
Framløgan hjá skotum snúði seg mest um felags fiskivinnupolitikkin í ES. Fiskivinnupolitikkurin verður endurskoðaður í hesum døgum, og ætlandi skal endurskoðanin vera liðug um stutta tíð, soleiðis at ein (møgulig) nýggj skipan kann setast í gildi í 2012. Richard Lochhead metti, at mest avgerandi málið fyri Skotland er “desentralisering”. Sambært honum er alneyðugt, at stórur partur av framtíðar fiskivinnuumsitingini verður fluttur úr Brússel til tey økini, ið beinleiðis eru partar av fiskiskapinum, eitt nú til Skotlands.
Samanumtikið vóru báðir partar nøgdir við fundin, og semja er um, at partarnir skulu hava samband og kunna hvønn annan um viðurskifti, ið hava áhuga. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, gav til kennar, at tað hevði frøtt hann, um skotski ráðharrin vildi komið á vitjan í Føroyum.
Føroysku umboðini á fundinum vóru Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Rógvi Reinert, aðalstjóri og Jákup Mørkøre, samskipari. Harumframt luttók Sigga Jacobsen frá føroysku sendistovuni í London.