24.05.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Landsstýrismaðurin hevur júst lýst eina kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum
Kunngerðin er lýst, tí ætlanin er at fáa upplýsingar um landingar og avreiðingar elektroniskt í serligum sniði, soleiðis at upplýsingarnar kunnu førast beinleiðis inn í skipanina hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Við hesum fæst skjótari atgongd til hagtalsgrundarlagið fyri veiddu nøgdunum. Aðrir fyrimunir eru millum annað, at samskiftið millum tað almenna og vinnuna verður einfaldari og meira tíðarhóskandi. Øll veiðitøl verða send elektroniskt til ein almennan stovn (Fiskiveiðieftirlitið), sum so kann senda víðari upplýsingarnar til aðrar almennar stovnar, umframt til Trygdargrunn fiskivinnunnar.
Ásetingarnar í kunngerðini eru í høvuðsheitum hesar:
· øll veiða skal um eina góðkenda innvigingarskipan,
· øll, sum taka ímóti fiski í sambandi við landingar, skulu hava eina góðkenda innvigingarskipan,
· innvigingarstaðið skal senda upplýsingar um landingina – herundir upplýsingar um landaðu nøgdina greinað á fiskaslag – elektroniskt í serligum sniði í seinasta lagi yrkadagin eftir, at fiskurin er landaður,
· keypari skal senda upplýsingar um avreiðingina elektroniskt í serligum sniði í seinasta lagi eina viku eftir, at veiðan er keypt,
· tá avreitt verður uttanlands, er tað ábyrgdin hjá reiðara at senda vektarupplýsingarnar og avreiðingarupplýsingar elektroniskt í serligum sniði. Reiðarin skal eisini senda vektarseðil og avreiðingarseðil, sum er váttaður við undirskrift frá móttakaranum og keyparanum uttanlands,
· skipari skal boða Fiskiveiðieftirlitinum frá 6 tímar áðrenn landing, soleiðis at Fiskiveiðieftirlitið hevur møguleika at fara á landingarstaðið á eftirlit. Útróðrarbátar í bólki 5 eru undantiknir hesum fráboðanarkravi.
Flestu krøv til landingar og avreiðingar eru í dag ásett í kunngerð um veiðihagtøl og góðkenning av innvigingarskipanum, sum verður sett úr gildi.
Kravið í nýggju kunngerðini er, at øll veiða hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi skal um eina góðkenda innvigingarskipan, uttan mun til, um landingin fer fram í Føroyum ella uttanlands, og uttan mun til fiskaslag ella hvar fiskiskapurin er farin fram.
Kunngerðin, sum kemur í gildi 1. juli 2012, kann lesast á síðu 183 í kunngerðablaðnum.
Meira fæst at vita við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið www.fve.fo