Landsstýrismaðurin á ráðstevnu hjá Útnorðurráðnum um matvørutrygd og stuttfluttar matvørur
Í síðstu viku hevði Útnorðurráðið arbeiðsfund í Føroyum. Á skránni var eisini ein ráðstevna um matvørutrygd og stuttfluttar matvørur undir heitinum ”Temakonference om fødevareforsyningssikkerhed og selvforsyning i Vestnorden”, sum varð hildin á Hotel Hafnia mikudagin 8. februar.
Seinastu árini er tað vorðið alsamt meiri fokus á m.a. framleiðslu av egnum matvørum og burðardygd. Hetta var eisini millum evnini, sum vórðu viðgjørd á ráðstevnuni, har Dennis Holm, landsstýrismaður, helt røðu og luttók í panel-orðaskifti.
Í síni røðu greiddi landsstýrismaðurin frá um málini hjá landsstýrinum um burðardygd og umhvørvisvernd, og ætlanirnar við at raðfesta føroyska framleiðslu av mati. Landsstýrismaðurin segði: ”Eg havi sett sjøtul á verkætlanina ”Frá útróðrarbáti til døgurðaborð”. Endamálið er at gera tað lættari hjá føroyskum húskjum at fáa atgongd til fisk til ein sámiligan prís, og at skapa tilvitan um fisk sum burðardyggur, veðurlagsvinarligur og sunnur matur.”
Framløgurøðan hjá landsstýrismanninum er her.