Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiski- og tilfeingismálum, hevur í vikuni verið á oljuráðstevnu í Stavanger, har vitjað var á føroyska básinum, har 14 fyritøkur vóru umboðaðar. Landsstýrismaðurin fekk har høvi at hitta fleiri av umboðunum, og fekk soleiðis innlit í, hvussu hesar fyristøkurnar skipað seg á ráðstevnum sum hesum, eins og greitt var frá virksemi teirra.
Landsstýrismaðurin var eisini boðin til ymisk tiltøk, ið vóru fyriskipað í sambandi við ráðstevnuna. Umboð fyri føroysku og norsku vinnuna skipaðu fyri stimitúri og øðrum felags tiltøkum, eins og Tórhavnar- og Runavíkar kommuna skipaðu fyri tiltaki á havnalagnum, har landsstýrismaðurin og fleiri onnur vóru boðin til ein bita umborð á føroysku sluppuni Westward Ho.
Ferðin gav landsstýrismanninum sambond, ið eru ein neyðugur og sjálvsagdur táttur í arbeiði hansara.