19.01.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Landsstýrismaður í fiskivinnu- og uttanríkismálum

Løgmaður hevur, eftir tilmæli Fólkafloksins, tilnevnt Jacob Vestergaard til, umframt at vera landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eisini at vera landsstýrismann í uttanríkismálum. Jacob Vestergaard verður samstundis tilnevndur varaløgmaður.

Løgmaður hevur í dag sambært § 29 stk. 1 í Stýrisskipan Føroya loyst Jørgen Niclasen úr embætinum sum landsstýrismaður í uttanríkismálum.