Nú partar av føroyska fiskiveiðiflotanum eru komnir í ein fíggjarligan aldudal, hevur landsstýrið viðgjørt spurningin innanhýsis og saman við m.a. manningarfeløgum, búskaparfrøðingum, fakfeløgum og vinnufeløgum. Eisini hava stjórarnir í stóru føroysku fíggjarstovnunum alment boðað greitt frá síni meting av støðuni. Landsstýrisins niðurstøða er, at neyðugt er við einum siðaskifti í fiskivinnupolitikkinum.
Yvirhøvur meta tey flestu, at føroyski búskapurin er sterkur. Støðan í fiskiveiðiflotanum er tó ymisk, og í ávísum skipabólkum er hon so mikið ring, at skipini nú verða løgd fyribils. Meginorsøkin er, at flestu fiskastovnarnir eru royndir so hart, at hóttafall er komið á onkrar teirra. Tá so prísurin á olju slær sítt egna met at kalla hvønn dag, var ikki annað væntandi enn, at krepputekin fóru at síggjast í pørtum av flotanum. Yvirkapitaliseringin í flotanum seinastu árini liggur nú eisini sum steinur oman á byrði.
Búskaparráðið, Landsbankin og føroysku fíggjarstovnarnir halda fast um sjónarmiðið, at onki slag av almennum stuðli gagnar vinnuni, hvørki oljustuðul, FAS-skipan ella aðrir stuðulsmøguleikar. Trupulleikin er bygnaðarligur og lívfrøðiligur. Hetta er eisini meting landsstýrisins, hóast landsstýrinum er kunnugt, hvørjar møguligar stutttíðaravleiðingar fara at standast av at leggja kósina um.
Men kósin má leggjast um, so vit fáa eina burðardygga veiði, sum í longdini skapar eitt støðugari og javnari grundarlag undir føroyska búskapinum. Landsstýrið eigur ikki fiskiskipaflotan og rekur hann ikki. Almenni leikluturin er at skipa ein so tryggan og góðan lógarkarm kring vinnuna sum gjørligt, at luta loyvini út og alla tíðina at trároyna eftir veiðimøguleikum í fremmandum sjógvi.
Viðvíkjandi støðuni í fiskiveiðiflotanum er landsstýrið á fundi mánadagin komið til hesa niðurstøðu:
· Stovnsrøkt er aðalmálið í fiskivinnupolitikkinum. Skarpur lútur skal til í fyrstu atløgu, men neyðugt er at gera hesa politisku íløguna til tess at venda gongdini. Tilmælandi partarnir - ICES, Fiskirannsóknarstovan, Fiskidaganevndin og hartil Fiskiorkunevndin - eru á ymiskan hátt samdir um, at høvuðsfiskastovnarnir eru trároyndir, og at serliga toskastovnurin er so illa fyri sum ongantíð, síðani stovnsmetingar vórðu gjørdar á fyrsta sinni. Vendast skal sum skjótast aftur til eina lívfrøðiliga og búskaparliga sjálvregulering, har tilmælini frá fiski- og havfrøðingum fara at viga væl tyngri í politikkinum. Hetta er eisini bráðneyðugt, skulu vit sleppa av við framleiðsluna á keypsmarknaðinum. Grøni og burðardyggi profilurin verður alt avgerandi í framtíðini, og longu nú hava føroyskir fiskaframleiðarar trupulleikar av, at ongin vísindastovnur kann vátta, at framleiðslan er úr tilfeingi, sum er veitt á burðardyggum grundarlagi.
· Ongin almennur stuðul verður latin flotanum og heldur ongin onnur serskipan, harímillum FAS, verður sett í verk fyri flotan. Hinvegin ætlar landsstýrið at eftirmeta fleiri av stuðulsskipanunum, ið framvegis eru serskipanir fyri fiskiveiðiflotan. Miðað verður eftir, at føroysk fiskivinna fult og heilt verður stjórnað samsvarandi marknaðarbúskaparligum treytum, áðrenn hetta valskeiðið er farið aftur um bak.
· Ætlanin er at eftirmeta alla uppboðssøluskipanina og tíðaravmarkað at gera nakað við avmarkingarnar viðvíkjandi landingargáttini uttanlands, um so er, at hendan í løtuni er ein bági fyri partar av flotanum, serliga nú keypikraftin er makari í Føroyum, enn hon hevur verið. Annars vil landsstýrið, at tilfeingið í havinum skal bjóðast út í Føroyum.
· Øll í vinnuni kendu fortreytirnar, tá ið verandi íløgur vórðu gjørdar. Heimsins bestu skipan hevur onkur rópt lógina um vinnuligan fiskiskap og serliga fiskidagaskipanina. Brádliga eru tó fleiri frammi í kjakinum, sum halda, at skipanin longu nú eigur at verða liberaliserað í einstøkum førum. Landsstýrið tekur undir við hesum. Eitt nú átti at borið til at virkað fiskin meira umborð. Fiski- og Tilfeingismálaráðið er longu farið at hyggja nærri at hesum spurninginum og spurninginum um at fáa alt tilfeingið til lands, m.a. rogn og livrar. Væntandi fyriliggur eitt úrslit um stutta tíð.
· Tá ið veiðiorkan verður stillað til ta tilmæltu veiðina úr ymsu stovnunum, fer tað at geva ein mikið umrøddan eykavinning, sum er eitt skjótt minkandi CO2-útlát. Hendan stillingin fer sum frálíður eisini at hava við sær, at allir partar fáa vinning burturúr. Meira verður í part til manningarnar, útgerðarfeløgini, fíggjarstovnarnar og samfelagið alt. Gongdin verður støðugari og javnari, alt eftir tilgongd og vistfrøði, og marknaðarprísurin á fiskavørum verður avgerandi fyri flota og samfelag.
· Fyri at liberalisera og demokratisera føroyska fiskivinnu fult og heilt virkar Fiski- og Tilfeingismálaráðið áhaldandi við Tilfeingisbúðini, sum er ein fiskidaga- og kvotumarknaður, har øll áhugað hava atgongd til náttúruríkidømið, ið landið varðar av.
· Samfelt kann sigast, at Landsstýrið hevur greið stutttíðar- og langtíðarmál, hvat føroyskari fiskivinnu viðvíkur. Stutttíðarmálið er sum skjótast at endurskipa fiskastovnarnar, og langtíðarmálið er at skipa bygnaðin soleiðis, at tikið verður úr stovnunum samsvarandi lívfrøðiligari ráðgeving. Viðvíkjandi toskastovninum fer hetta at hava við sær, at sløk 30.000 tons í meðal kunnu takast um árið ella næstan tríggjar ferðir tað, sum avreitt varð í 2007.
Landsstýrið ásannar, at neyðugt er at endurskipa fiskastovnarnar undir Føroyum. Tíðin er komin at gera hetta nú góð tríati ár eftir, at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, og væntandi síggjast úrslitini av siðaskiftinum í fiskivinnupolitikkinum aftur í búskapinum um eini 3-4 ár ella fyrr, um vistfrøði og tilgongd verða okkum til vildar. Landsstýrið fer seinni at kunna um onnur politisk mál og ætlanir, ið kunnu leggja upp fyri, at broytingar í fiskivinnuni raka sera ójavnt kring landið og raka ójavnt á ymsar fakbólkar.
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður
Fiski- og Tilfeingismálaráðið, 25. juni 2008