31.01.2025 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Kveikingardagur um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni

Kveikingardagur um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið bjóðar til kveikingardag um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni.

 

Kveikingardagurin er ætlaður teimum, sum hava hugskot um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni. Talan kann eisini vera um Ph.d.-verkætlanir. Tað er eitt krav, at verkætlanirnar eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn.

 

Um tiltakið

Fiskivinnuroyndir er umskipað í mun til undanfarin ár, har størri dentur nú verður lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan.

 

Freistin at senda inn umsóknir er mánadagin 28. apríl 2025 kl. 12:00.

 

Í hesum sambandi skipar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri einum degi við framløgum og verkstovum, sum vónandi fara at knýta sambond og kveikja hugskot um áhugaverdar verkætlanir innan raðfestu økini virðisøking “Alt í land” og burðardyggan fiskiskap.

 

Umboð fyri granskingarumhvørvið og vinnuna hava framløgur, og eisini vera verkstovur um raðfestu økini.

 

Dagurin verður hildin á Frælsinum, í gamla Venjingarskúlanum, í hølunum hjá Fróðskaparsetri Føroya.

 

Tilmelding fer fram her. Leinki

Skráin