Fiskivinnuroyndir hevur sum stevnu at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.
Í Programminum fyri 2009-2012 eru 3 raðfest øki, sum serligur dentur verður lagdur á (sí viðfest program og lýsing 2009):
1. Burðardyggur fiskiskapur.
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar.
2. Royndarveiða og virðisøking av fiski.
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindaligar kanningar.
3. Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni.
Hetta kunnu vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja afturat okkara vitan um fiskivinnuna, og harvið menna grundarlagið undir vinnuligum politiskum avgerðum
Játtanir fyri 2009:
Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 11 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2009.
Harumframt er framhaldandi játtan latin 7 verkætlanum, sum byrjaðu í 2007 og 2008, sí fylgiskjal 1.
Tilsamans fáa 18 verkætlanir játtaðan stuðul íalt 7.189 kkr. harav 5.001 kkr. fyri 2009.
19 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir ella tilsamans 26 verkætlanir søktu upprunaliga um tilsamans 10,6 mió. kr. Tá ymiskar neyðugar tillagingar vórðu gjørdar, var hendan upphæddin komin niður á 9,0 mió. kr., harav 8,25 mió. kr. vóru fyri 2009. Færri umsóknir vóru í 2009 (26) enn í 2008 (32+1), men positivt var, at fíggjarstyrkurin, sum verkætlanirnar søktu frá FVR í 2009, var undir helvtina av samlaða kostnaðinum (34%). Hetta er eitt sindur minni enn fyri 2008 (42-43%) og væl minni enn fyri 2007, tá reiðiliga stórur partur varð søktur frá FVR(2/3). Talan er um størri eginfígging, sjálvan um reiðan pening, men heldur ofta “kapitaliseringar” av eginavriki.
Umsóknirnar hava verið viðgjørdar eftir sama leisti sum undanfarin ár, og eru mannagongdirnar fyri viðgerðini lýstar á heimasíðuni
www.fvg.fo.
Í ár hava vinnufyritøkur fingið 63% (40% í fjør) av játtanini, meðan almennir stovnar
[2] hava einans fingið 3% (26% í fjør). Hetta uppbýtið av givnum játtanum í 1)Vinnufyritøkur 2)Almennir stovnar, 3) Granskingarkjarnur og 4) PhD og PostDoc hevuir verið nýtt í nøkur ár:
Granskingarkjarnurnar, sum Fiskimálaráðið setti á stovn fyri góðum 5 árum síðani, hava fingið 22% av játtanini (móti 9 % í fjør). Granskingarkjarnan fyri Biotøkni hevur síðani 1. aug. 2008 húsast á Náttúruvísindadeildini, hinar báðar húsast á Fiskirannsóknarstovuni.
Játtanin til PhD verkætlanir
[3] er minkað frá 25% í fjør til 12% í ár.
Bert ein vinnugranskaraverkætlan verður stuðlað í 2009. Ynskiligt er, at vinnan nýtir hendan møguleika at “slúsa” granskarar inn í virkini (FVR endurrindar 50% av kostnaðinum, tó hægst 300.000 kr. árliga í upp til 3 ár).
Fylgiskjal 1: Verkætlanir 2009
Id. | Navn | | Játtað 2009 |
| Framhaldandi verkætlanir | | 1.669.858 |
200700669 | Snurriváð | V | 219.000 |
200700681 | Gagnnýtsla av innvølum | V | 245.000 |
200700676 | Sandeel on the Faroe Shelf | PhD | 335.858 |
200600034 | Stórmeskað flótitrol -(PhD-verkætlan) | PhD | 45.000 |
200700684 | Veiðudagbók | V | 400.000 |
200700674 | PBP - Fra peptoner til Bioaktive Peptider | V | 225.000 |
200700685 | Góðskuoptimering trolfiskur | PhD | 200.000 |
| Nýggjar verkætlanir | | 3.331.351 |
200800601 | Udvikle en bløgge- og rensemaskine | V | 300.000 |
200800604 | Oilwind Auto-line | V | 300.000 |
200800605 | Oilwind El-snella | V | 260.000 |
200800606 | Undirsjóvar kameraútgerð | V | 350.000 |
200800610 | Trolsegl | A | 140.250 |
200800617 | Orkusparing trolútgerð (FørRock) | V | 363.601 |
200800608 | Rúsir | G | 160.000 |
200800591 | Rognatøka | G | 100.000 |
200800592 | Surimi Royndir | G | 357.500 |
200800596 | Saltfiskur og menning | V | 500.000 |
200800597 | Proof-of-concept study | G | 500.000 |
Styttingar:
V: Vinnuverkætlanir
Phd: PhD-verkætlanir.
G: Granskingarkjarnurnar (biotøkni, framleiðslutøkni og reiðsskapstøkni)
A: Almennar verkætlanir
Býtið í kr. | 2004 | 2005 | 2006 | 2007 | 2008 | 2009 |
Vinnufyritøkur | 2.045.005 | 2.424.500 | 2.185.100 | 1.975.000 | 1.975.000 | 3.162.601 |
PhD | | 378.000 | 800.000 | 1.139.000 | 1.242.270 | 580.858 |
Granskingarkjarnurnar | 481.250 | 450.000 | 641.000 | 150.000 | 460.000 | 1.117.500 |
Almennir stovnar (íroknað PostDoc) | 2.453.750 | 1.772.000 | 1.377.000 | 1.737.768 | 1.321.768 | 140.250 |
| 4.980.005 | 5.024.500 | 5.003.100 | 5.001.768 | 4.999.038 | 5.001.209 |
Býtið í procentum | 2004 | 2005 | 2006 | 2007 | 2008 | 2009 |
Vinnufyritøkur | 41 | 48 | 44 | 39 | 40 | 63 |
PhD | 0 | 8 | 16 | 23 | 25 | 12 |
Granskingarkjarnurnar | 10 | 9 | 13 | 3 | 9 | 22 |
Almennir stovnar (íroknað PostDoc) | 49 | 35 | 28 | 35 | 26 | 3 |
| 100 | 100 | 100 | 100 | 100 | 100 |
Programm 2009-2012
Stevna
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.
Raðfest øki
Burðardyggur fiskiskapur
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:
- at menna tøkni, ið fer varliga við umhvørvinum og minkar um orkunýtsluna pr. kg ráfisk
- at menna vitanina um fiskalívfrøðina
- at menna skipanir fyri máting av fiskiveiðiorku
Royndarveiða og virðisøking av fiski
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:
- royndarveiða eftir fiskasløgum, sum ikki verða gagnnýtt sum er
- at fáa størri part av tilfeinginum til matna og finna marknaðir
- at lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar
- at gera lívtøkni[4] til sjálvsagdan part í gagnnýtslu av havtilfanginum
- fáa fram og nýta eginleikarnar, sum havtilfeingið hevur á fólkaheilsuna
- at menna talgildar loysnir, sum betri skjalfesta sporføri og økja um vitanina um tilfeingi, fiskiskap og framleiðslu
Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
Hetta kunnu vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja afturat okkara vitan um fiskivinnuna, og harvið menna grundarlagið undir vinnuligum politiskum avgerðum t.d.:
- tilfeingisbúskapur og fyrisiting
- avgerðarrættur og ognarskapur í fiskivinnuni
- skipan av framtíðar fiskiskapi og flota undir Føroyum
- ferðafólkafiskiskapur – hvussu skipa hesa vinnu, soleiðis at sum mest fæst burturúr
Fiskivinnuroyndir 2009
Lýsing eftir umsóknum
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
- Burðardyggur fiskiskapur
- Royndarveiða og virðisøking av fiski
- Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
Innanfyri høvuðsøkini verður í ár lagdur dentur á at fáa verkætlanir, sum kunnu hava orkusparing við sær.
Serligur dentur verður lagdur á, at:
- vinnan tekur lut í verkætlanini
- eginfígging ella onnur fígging er
- samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.
- at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50%[5].
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
mikudagin 15. okt. 2008, kl. 12:00
Meira fæst at vita:
Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo
Áhugaði eru vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara við møguligum spurningum.
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2009.
Jákup Mørkøre, samskipari
tlf.: 35 30 30 / 35 32 48
fartel.: 55 32 48 (fyrr 21 73 69)
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Heykavegur 6A
FO-110 Tórshavn
[1] 1) Burðardyggur fiskiskapur, 2) Royndarveiða og virðisøking av fiski og 3) Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni [2] FRS (2004-09) og Fróðskaparsetur Føroya (2007-08) [3] 3 PhD verkætlan verða stuðlaðar av FVR. Somuleiðis verður 1 vinnugranskaraverkætlað stuðlað í 2009 (sum er seinkað nakrar mánaðir frá 2008). [4] Biotøkni, biotechnology [5] max. 300 kkr./ár í 3 ár