17.06.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Kunning um verkætlanir játtaðar av fiskivinnuroyndum 2008

Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 11 nýggjar verkætlanir av játtanini Fiskivinnuroyndir.
Harumframt er framhaldandi játtan latin 11 verkætlanum, sum eru byrjaðar í 2006[1] og 2007, sí fylgiskjal 1.
 
Tilsamans fáa 22 verkætlanir játtað stuðul íalt 8.464 kkr. harav 4.999 kkr. fyri 2008.
 
21 nýggjar og 11(+1) framhaldandi verkætlanir ella tilsamans 32(+1) verkætlanir søktu upp­runaliga um tilsamans 15,6 mió. kr., harav 10,0 mió. kr. í 2007. Færri umsóknir vóru í 2008 (32+1) enn í 2007 (39), men positivt var, at fíggjarstyrkurin, sum hesar søktu frá FVR, var undir helvtina av samlaða kostnaðinum (42-43%) í 2008. Í 2007 søktu umsøkjararnir um ein reiðiliga stóran part av samlaðu fíggingina frá FVR (2/3).
 
Umsóknirnar hava verið viðgjørdar eftir sama leisti sum undanfarin ár, men endaliga viðgerðin hevur verið nógv seinkað, tí FVR er knýtt at árligu játtanini á fíggjarlógini, og hendan hevur verið nógv seinkað í ár. Vanliga er stýrið liðugt við innstillingarnar fyri nýggjárs. Stýrisbólkurin hevur ikki kunnað tikið enda­liga støðu til verkætlanirnar fyrr enn fíggjarlógin varð endaliga samtykt av løgting­inum[2]. Manna­gongd­ir­nar fyri viðgerðini eru lýstar á heimasíðuni www.fvg.fo.
 
Seinnu árini hevur verið dentur lagdur á at fáa vinnufyritøkur at luttaka meira í verk­ætlanum. Serligur dentur var aftur í ár lagdur á at fáa verkætlanir innan ásettu 5 høvuðs­­økini, men sum samstundis kundu lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar (fisk, livur, rogn innvølir vm).
 
Í ár hava vinnufyritøkur fingið 40% (39% í fjør) av játtanini, meðan almennir stovnar[3] hava fingið 26% (35% í fjør). Ein postDoc-verkætlan verður stuðlað á Fróðskapar­setr­inum, og er hon íroknað tølini fyri almennar stovnar.
PhD verkætlanir hava fingið fjórðingin ella 25% av játtanini (móti 23% í fjør).
Granskingarkjarnurnar, sum Fiskimálaráðið setti á stovn fyri knøppum 5 árum síðani, hava fingið 9% av játtanini (móti 3 % í fjør). Granskingarkjarnan fyri Biotøkni hevur síðani 1. aug. 2008 húsast á Náttúruvísindadeildini.
 
Samanborið við 2004-2007 sæst, at vinnufyritøkur fáa játtað 40% ella nakað minni enn helvtina av peninginum í 2008 (40% í 2008 og 39% í 2007). Mett verður, at ynskiligt hevði verið, at hesin parturin var størri í ár, so hetta var meira í tráð við tey endamál, vit hava arbeitt eftir seinnu árini. Ætlanin er at fáa hækka góðskuna á umsóknunum í 2009. Kortini ber til at siga, at góðskan á umsóknunum er nógv batnað seinastu árini, og í ár varð mett at bert ein umsókn ikki fall innan økini, sum FVR stuðlar (í fjør vóru tað 8!).
 
Játtanin til PhD verkætlanir og post Doc[4] er økt reiðiliga nógv. Ein vinnugranskari verður somuleiðis stuðlaður komandi 3 árini. Somuleiðis er játtanin til verkætlanir hjá teimum 3 kjarnunum (biotøkni, framleiðslutøkni og reiðskapstøkni) hækkað eitt sindur aftur í 2008.
Játtanin til aðrar “almennar stovnar”, sum hækkaði eitt sindur í fjør er fallin aftur og er nú umleið fjórðingurin av játtanini.
 
Bert ein vinnugranskaraverkætlan verður stuðlað í løtuni. Ynskiligt er, at vinnan nýtir hendan møguleika at “slúsa” granskarar inn í virkini (FVR endurrindar 50% av kostnaðinum, tó hægst 300.000 kr. árliga í upp til 3 ár).
 
 
 
Fylgiskjal 1: Verkætlanir 2008
 
 
 
 
 
 
Id.
Navn
 
Játtað 2008
 
Framhaldandi verkætlanir
 
       2.571.768
200601911
DEGREE
A
            96.750
200600029
Vistfrøðiligur-búskaparligur myndil -Fiskivinnumyndil
A
400.000
200600030
Gulllaksur
A
150.000
200600031
Kanning av koralløkjum
A
417.000
200600034
Stórmeskaðum flótitrolum -(PhD)
PhD
95.000
200600861
Árinskanningar skjeljar
V
305.000
200600038
Góðskumeting av ráfiski
V
220.000
200600033
Collagen and Gelantin from Faroese Fish (PhD)
PhD
300.000
200600881
Heilsuárin av sjómati (PhD)
PhD
80.000
200601891
Sustainable managment (PhD)
PhD
          250.000
200601897
Sjóstøðu ávaringarskipan (PostDoc)
pD
          258.018
 
Nýggjar verkætlanir
 
2.427.270
200700669
Snurriváð
V
220.000
200700681
Gagnnýtsla av innvølum
V
250.000
200700670
Svartkjaftarist
V
180.000
200700673
Kongafiskatrol
V
100.000
200700676
Sandeel on the Faroe Shelf (ætlandi PhD)
PhD
437.270
200700692
DNTS
V
500.000
200700690
Livandi Upsi
G
360.000
200700684
Veiðudagbók
V
100.000
200700674
PBP-Fra peptoner til Bioaktive Peptider (Vinnugranskar)
V
100.000
200700687
Livratøka
G
100000
200700685
Góðskuoptimering trolfiskur (PhD)
PhD
80000
 
DEGREE: Development of fishing Gears with Reduced Effects on the Enviroment
DNTS: Digital National Traceability System
 
Styttingar:
V: Vinnuverkætlanir
Phd: PhD-verkætlanir.
pD: Post Doc-verkætlan (er her íroknað almennar verkætlanir)
G: Granskingarkjarnurnar (biotøkni, framleiðslutøkni og reiðsskapstøkni)
A: Almennar verkætlanir
 
 
Býtið í procentum
2004
2005
2006
2007
2008
Vinnufyritøkur
2.045.005
2424500
2.185.100
1.975.000
1.975.000
PhD
 
378.000
800.000
1.139.000
   1.242.270
Granskingarkjarnurnar
481.250
450.000
641.000
150.000
460.000
Almennir stovnar (íroknað PostDoc)
2.453.750
1.772.000
1.377.000
1.737.768
   1.321.768
Tilsamans
4.980.005
5.024.500
5003100
5.001.768
4.999.038


[1] Ein gongur aftur til 2005
[2] 2. og 3. viðgerð fór fram fríggjanáttina og leygarmorgunin 30.-31.mai 2008.
[3] FRS og Fróðskaparsetur Føroya
[4] 6 PhD og 1 PostDoc verkætlan verða stuðlaðar av Fiskivinnugransking (ofta stuðlar Granskingarráð­ið nakrar av hesum eisini. Somuleiðis verður 1 vinnugranskaraverkætlað stuðlað av FVR í løtuni.