09.01.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Kunning um verkætlanir játtaðar av fiskivinnuroyndum 2007

Harumframt er framhaldandi játtan latin til 10 verkætlanir, sum eru byrjaðar í 2005 og 2006, sí fylgiskjal 1.

Tilsamans fáa 20 verkætlanir játtað stuðul tilsamans 7.942 kkr. harav 5.002 kkr. fyri 2007.

29 nýggjar og 10 framhaldandi verkætlanir ella 39 verkætlanir íalt søktu um tilsamans 20,6 mió. kr., harav 13 mió. kr. í 2007. Fyri 2007 var ein reiðiliga stórur partur av samlaða kostnaðinum fyri verkætlanirnar (2/3) søktur frá FVR.

Umsóknirnar hava verið viðgjørdar eftir sama leisti sum undanfarin ár, og eru mannagongdirnar fyri viðgerðini lýstar á heimasíðuni www.fvg.fo.

Seinnu árini hevur verið dentur lagdur á at fáa vinnufyritøkur at luttaka í verkætlanum. Serligur dentur í ár var lagdur á at fáa verkætlanir innan ásettu 5 høvuðsøkini, sum samstundis kundu lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar (fisk, livur, rogn innvølir vm).

Í ár hava vinnufyritøkur fingið 39% (44% í fjør) av játtanini, meðan almennir stovnar1 hava fingið 35% (27% í fjør). PhD og post Doc verkætlanir hava fingið 23% av játtanini (móti 16% í fjør). Granskingarkjarnurnar, sum Fiskimálaráðið setti á stovn fyri 3½ árum síðani, hava fingið 3% av játtanini (móti 13% í fjør).

1 FRS og Fróðskaparsetur Føroya

Samanborið við 2004-2006 sæst, at vinnufyritøkur fáa játtað eina minnu helvt av peninginum í 2007. Ynskiligt hevði verið, at hesin parturin var størri í ár, so hetta var meira í tráð við tey endamál, vit hava arbeitt eftir seinnu árini. Ætlanin er at fáa hækka góðskuna á umsóknunum í 2008. Kortini ber til at siga, at góðskan á umsóknunum er nógv batna seinastu árini.

Játtanin til PhD verkætlanir og post Doc er økt reiðiliga nógv meðan játtanin til verkætlanir hjá teim 3 kjarnunum (biotøkni, framleiðslutøkni og reiðskapstøkni) er minkað fyri 2007.

Játtanin til aðrar "almennar stovnar" er minkandi tey 3 árini 2004-2006, men vaks nú eitt sindur aftur.