Fiski- og tilfeingismálaráðið hevur sett sær sum mál at menna kunningina um fiskiskap og tey rættindi, hann er grundaður á. Ítøkiliga verða skipanirnar innan skráseting av fiskiloyvum og skráseting av skipum mentar í hesum døgum, við tí fyri eyga at nýmótansgera goymslurnar av hagtølum, samstundis sum kunning av hesum tilfari verður so fullfíggjað sum til ber. Arbeiðið umfatar eisini menning av einum felags portali um alt tilfeingi og tilhoyrandi rættindi.
Arbeiðið í samband við kunning um fiskidagar, kvotur og fiskiskap er komið nakað áleiðis, og hagtøl hesum viðvíkjandi eru tøk á heimasíðum undir Fiski- og tilfeingismálaráðnum. Nevndu hagtøl eru býtt í hesar bólkar:
1. Avreiðingar. Úrvaldir bólkar við Føroyar
2. Fiskidagar
3. Veiða á fjarleiðum
4. Uppsjóvarveiða í føroyskum øki
5. Botnfiskaveiða við Ísland
6. Útlendsk veiða í føroyskum sjógvi
7. Statlant rapportir*
8. Fiskiveiðiavtalur
*(Heildarveiða hjá føroyskum skipum á øllum leiðum, býtt út á "NAFO" og "NEAFC" øki (puntar)).
Atgongd til hesi hagtøl er á hesi síðu undir teiginum "snarvegir – fiskidagar, avreiðingar og fiskiveiðiavtalur " ella á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum www.fve.fo