08.07.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Kunngerðin um tíðaravmarkaðar friðingar av ávísum smáfiskaleiðum v.m. er nú lýst

Leiðirnar inni við land eru nú friðaðar fyri øllum vinnuligum fiskiskapi við línu.
 
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í vikuni lýst kunngerð, sum friðar allar leiðir inni við land, hálvan til tríggjar fjórðingar úr landi, fyri vinnuligum fiskiskapi við línu. Harumframt verður eitt øki á Mýlingsgrunninum og eitt øki eystur úr Fugloynni eisini friðað.
 
Endamálið við friðingunum er at verja smáfisk. Bæði Havstovan og vinnan hava víst á, at tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at verja smáfiskaleiðir.
 
Friðingarnar eru tíðaravmarkaðar og vera í gildi til 31. august 2013.
 
Kort sum vísa leiðirnar síggjast á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum www.fve.fo.

Meira um málið kann lesast her.