01.07.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Kunngerð um uppboðssølu av makrelkvotum í 2011 er nú lýst.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú ásett nærri reglur um, hvussu uppboðssølan av makrelkvotum verður skipað.
 
Í høvuðsheitum er skipanin hendan
 
·       Fiskamarknaður Føroya (FMF) virkar sum uppboðssøluhaldari, tá landið selur makrelkvotur í 2011.
 
·       Tey 20.000 tonsini, ið ætlanin er skulu seljast á uppboði í 2011, verða ikki seld í einum. Í minsta lagi verða 3 sølur. Við hvørja sølu verður henda býtt upp í eitt tal av kvotum, ella sølulinjur, ið tað verður nevnt á FMF.
 
·       Áðrenn fyrsta sølan verður, verður fráboðað í góðari tíð, og í minsta lagi 7 dagar frammanundan dagfesting fyri søluni, hvussu nógv verður selt, og hvussu tað verður býtt upp í kvotur (sølulinjur). Roknað verður við, at fyrsta sølan verður 12. juli 2011.
 
·       Av tí, at hetta ikki er roynt fyrr, verður mett, at tað eftir hvørja sølu er neyðugt at gera eina eftirmeting, og út frá hesum verður so gjørt av, hvussu næsta sølan verður skipað.
 
·       Fyri at mótvirka møguligari kappingaravlaging verður hildið loyniligt, hvør er tilmeldaður og hvør bjóðar, til sølan er liðug. Hinvegin er heimild til at kunngera hetta eftirfylgjandi.
 
·       Annars eru treytirnar fyri uppboðssøluni tær, ið vanliga eru galdandi fyri uppboðssølu – t.v.s. kontant við hamarsslag, og ein kann bara bjóða, um ein frammanundan hevur stillað trygd. Uppboðssølugjaldið er eisini tað, ið vanliga er galdandi fyri sølu av fiski, t.v.s. 1,5 %. Keyparin rindar tó einsamallur gjaldið.
 
 
Annars verður kunnað nærri á heimasíðuni hjá FMF (www.fmf.fo) um, hvussu ein meldar seg til at luttaka í uppboðssøluni.