Fríggjadagin lýsti Fiskimálaráðið kunngerð, ið skipar fiskiskapin eftir kongafiski í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar í 2014.
Londini í NEAFC eru samd um, at mest loyvda veiða (TAC) í 2014 er 19.500 tons. Hendan kvotan er ikki býtt millum londini, men er felags fyri skip úr Føroyum, Grønlandi, ES, Íslandi, Noregi og Russlandi.
Samsvarandi semjuni í NEAFC ásetir kunngerðin, at fiskiloyvi kann verða latið teimum føroyskum skipum, sum eftir 2006 hava verið í beinleiðis fiskiskapi eftir kongafiski í NEAFC-skipanarøkinum, t.v.s. í altjóða sjógvi í Norðurhøvum ella í Irmingerhavinum.
Loyvt er at fiska kongafisk í Norðurhøvum frá 1. juli til 31. desember.
Tað er VØRN, ið tekur sær av fyrispurningum, umsóknum um fiskiloyvi o.ø. í sambandi við fiskiskap eftir kongafiski í Norðurhøvum. Sí nærri á www.vorn.fo. Eigarar av fiskiførum, sum longu hava søkt Fiskimálaráðið um fiskiloyvi í Norðurhøvum í 2014, nýtast ikki at søkja av nýggjum.
Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í Norðurhøvum í 2014 er tøk á www.kunngerdaportalur.fo.