Fiskimálaráðið lýsti fríggjadagin kunngerð, ið skipar fiskiskapin hjá føroyskum skipum eftir kongafiski í Irmingerhavinum í 2014.
Kunngerðin staðfestir semjuna, sum strandarlondini (Føroyar, Grønland og Ísland), saman við ES og Noreg hava gjørt um mest loyvdu veiðu, býtið, fiskileiðir o.a. Russland er ikki partur av semjuni.
Føroyska kvotan av kongafiski í Irmingerhavinum er 1.346 tons í 2014, ið er 6,73% av heildarkvotuni upp á 20.000 tons
Fiskiskapurin eftir kongafiski í Irmingarhavinum í 2014 er skipaður eftir sama leisti, sum hevur verið seinastu árini. Eftir hesum verður føroyska kvotan býtt millum teir fýra trolararnar, sum hava havt fiskiloyvi undanfarnu árini. Í 2013 høvdu trolararnir Enniberg, Gadus, Ran og Vesturvón loyvi at fiska kongafisk í Irmingerhavinum.
Kunngerðin ásetir, at føroysk skip kunnu royna eftir kongafiski á eini leið norðarlaga í Irmingerhavinum frá 10. mai og árið út.
Tað er VØRN, ið tekur sær av fyrispurningum, umsóknum um fiskiloyvi o.ø. í sambandi við fiskiskap eftir kongafiski í Irmingerhavinum. Sí nærri á www.vorn.fo. Eigarar av fiskiførum, sum longu hava søkt Fiskimálaráðið um fiskiloyvi í Irmingerhavinum í 2014, nýtast ikki at søkja av nýggjum.
Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í Irmingerhavinum í 2014 er tøk á www.kunngerdaportalur.fo.