Kunngerð um fiskiskapin eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi í NEAFC
Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerð, sum skipar fiskiskapin hjá føroyskum skipum eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi í NEAFC.
Kunngerðin staðfestir samtyktirnar í NEAFC um fiskiskap á djúpum vatni. Ásetingarnar í kunngerðini eru ikki nýggjar fyri føroysk skip, tí undanfarin ár hava tær verið treytir í fiskiloyvinum hjá skipunum.
Høvuðstættirnir í kunngerðini eru hesir:
- Føroysk skip kunnu royna eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi í NEAFC í tilsamans 341 fiskidagar í 2014. Henda skipan er galdandi fyri allan fiskiskap eftir teimum fiskasløgum, ið eru nevnd í kunngerðini.
- Umframt fiskidagatal er hámark sett fyri, hvussu nógv kann fiskast av búrfiski og kubbuta langasporli. Føroysk skip kunnu í 2014 fiska 150 tons av búrfiski. Saman við skipum úr hinum NEAFC-londunum kunnu føroysk skip fiska av eini felagskvotu av langasporli upp á 1350 tons.
- Bann er sett fyri øllum beinleiðis fiskiskapi eftir brugdu, hemara, hávi og øðrum hávasløgum í altjóða sjógvi.
- Tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum hjá blálongu.
- Loyvt er ikki at royna við gørnum á leiðum í altjóða sjógvi, har dýpið er meira enn 200 m.
Loyvi at royna eftir djúphavsfiski í NEAFC-økinum verða latin skipum, sum fyrr hava fiskað har, ella sum hava loyvi at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi. Til beinleiðis fiskiskap eftir búrfiski krevst tó serstakt fiskiloyvi, sum verður latið skipi, ið fyrr hevur havt slíkt loyvi.
VØRN avgreiðir umsóknir um fiskiloyvi o.a. í sambandi við fiskiskap eftir botnfiski á djúpum vatni í altjóða sjógvi. Sí nærri á www.vorn.fo. Tey, sum longu hava søkt Fiskimálaráðið um fiskiloyvi, nýtast ikki at søkja av nýggjum.
Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir djúphavsfiski og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC í 2014 er tøk á www.kunngerdaportalur.fo