11.12.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Kunnandi fundur um nýggju krøvini til fisk, sum skal á ES-marknaðin

Á nýggjárinum koma nýggjar reglur í gildi fyri innflutning av fiski til ES, har ES krevur, at allur  føroyskur fiskur, sum verður fluttur á marknaðin í ES-londum, skal hava eina váttan um, at fiskurin er lógliga veiddur.
 
Í tí sambandi skipar Fiskimálaráðið, saman við Ráfiskakeyparafelagnum og Reiðarafelagnum, fyri kunnandi fundi á Hotel Hafnia týsdagin 15. desember 2009 kl. 14.00, har nýggju krøvini frá ES verða lýst, og hvat tey merkja fyri føroyskar fiskaútflytarar og fiskifør, sum flyta fisk á ES-marknaðin.
 
Nýggju reglurnar hjá ES bera í sær, at allur føroyskur fiskur, sum er veiddur eftir 1. januar 2010, skal hava eina veiðiváttan (catch certificate) fyri at sleppa inn á marknaðin í ES. Um eingin veiðiváttan er við fiskinum, kann tað føra við sær, at fiskurin ikki sleppur inn í ES.
 
Veiðiváttanin fevnir ikki um alifisk, fiskamjøl, og summi skeljadýr.
 
Kravið frá ES um, at veiðiváttan og onnur skjøl skulu fylgja fiskinum inn í ES, setur nýggj krøv til føroyskar útflytarar, føroysk fiskiskip, ið landa beinleiðis í ES-havnum, og føroyskar myndugleikar.
 
Fiskimálaráðið, Ráfiskakeyparafelagið og Reiðarafelagið skipa tí fyri almennum kunnandi fundi um nýggju krøvini frá ES á Hotel Hafnia, týsdagin 15. desember 2009 kl.14.00.