03.12.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Krav um veiðiváttan fyri at innflyta fisk og fiskaúrdráttir til ES

Frá 1. januar 2010 krevur ES, at allur føroyskur fiskur og fiskaúrdráttir, sum verður fluttur á marknaðin í ES-londum, hevur eina veiðiváttan, har føroyskir myndugleikar vátta, at fiskurin er lógliga veiddur. Nýggja kravið er ein liður í arbeiðinum hjá ES at basa ólógligum fiskiskapi (IUU-fishing).
 
Skipanin ber í sær, at við øllum føroyskum fiski og fiskavørum, sum verður innfluttur í ES, skal fylgja ein veiðiváttan (catch certificate). Um ikki, kann tað føra við sær, at fiskurin ikki sleppur inn í ES.
 
Føroyskir útflytarar av fiski til ES og fiskifør, sum landa beinleiðis í ES-havnum, eftir 1. januar 2010, mugu tí vissa sær, at ein góðkend veiðiváttan fylgir við fiskinum. Kravið um veiðiváttan er bert galdandi fyri fisk, sum er veiddur eftir 1. januar 2010. Skipanin fevnir ikki um alifisk, fiskamjøl og summi skeljadýr.
 
Skipanin fer at virka soleiðis, at føroyskir útflytarar og skip, sum selja fisk til ES-lond, skulu fylla út eitt skjal við upplýsingum um, hvat verður innflutt til ES, hvørjum fiskifari fiskurin stavar frá, hvar hann er fiskaður v.m. Hetta skjalið verður sent Fiskiveiðieftirlitinum, ið skal vátta, at fiskurin er lógliga veiddur, og síðani sent útflytaranum aftur. Útflytarin hevur ábyrgdina av, at váttanin verður send innflytarinum í ES, áðrenn fiskurin kemur inn á økið hjá ES.
 
Kravið um veiðiváttan setur nýggj krøv til føroyskar útflytarar, fiskiskip, ið landa í ES-havnum, og føroyskar myndugleikar, umframt til innflytarar og myndugleikar í ES-landinum.
 
Fiskimálaráðið fer tí í næstum, saman við vinnuni, at skipa fyri kunning um nýggju skipanina við veiðiváttan.
 
Nærri fæst at vita um ES-reglugerðina á heimasíðuni hjá ES