Frá 1. september kunnu føroysk skip aftur fiska pelagiskan kongafisk í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar.
Frá 1. september kunnu føroysk skip aftur fiska pelagiskan kongafisk í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar.
NEAFC, sum er felagsskapurin, ið regulerar fiskiskapin í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, samtykti fyrr í ár, at Føroyar og hini londini í NEAFC frá 1. september til 15. november 2007 kunna fiska av eini kvotu upp á 15.500 tons av pelagiskum kongafiski. Hjáveiða av kongafiski í øðrum fiskiskapi er íroknað hesa kvotuna.
Hetta er ein fyribils skipan, sum bert er galdandi fyri 2007. Spurningurin um regulering av fiskiskapinum tey komandi árini verður viðgjørdur á fundi í NEAFC seinni í ár.
Í fjør fiskaðu føroysk skip góð 4.000 tons av kongafiski í altjóða sjógvi norðanfyri.