08.10.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Komandi samráðingar um ferðandi fiskastovnar

Hesa vikuna og komandi verða árligu samráðingarnar um skipan av fiskiskapinum í 2013 eftir kongafiski, svartkjafti, norðhavssild og makreli.  
Samráðingarnar um skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í Irmingarhavinum verða 11. oktober 2012. Samráðingarnar eru millum Føroyar, Grønland, Ísland, ES, Noreg og Russland, harav Føroyar, Grønland og Ísland eru strandarlond. Í 2011 varð avtala gjørd um, hvussu fiskiskapurin skal skipast í 2011 til 2014. Avtalan umfatar eitt býti millum londini og eina árliga heildarkvotu frá 2011 til 2014. Russland er ikki partur av hesi avtalu. Eitt av málunum, sum skilir partarnar, er støðutakanin til vísindaliga tilmælið um kongafiskin. Føroyar eru formansland fyri samráðingunum hesaferð.
Samráðingarnar um skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í Norðurhøvum verða 12. oktober 2012. Enn er eingin strandarlandasamtykt um henda fiskastovn. Fiskiskapurin hevur seinastu árini verið skipaður við felagskvotu fyri øll londini undir einum. Skipanin fyri kongafisk í Norðurhøvum verður vanliga samtykt á NEAFC ársfundinum, sum er í november, men NEAFC limalondini plaga tó at hittast áðrenn, fyri at royna at finna semju um eina samtykt innan ársfundin. Noreg er formansland fyri hesum samráðingum, sum eru millum ES, Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.
16.-17. oktober 2012 verða samráðingarnar um svartkjaft. Strandarlond um svartkjaft eru Føroyar, ES, Ísland og Noreg. Russland luttekur á fundinum sum eygleiðari, tí Russland hevur áhugamál í svartkjaftinum í altjóða sjógvi. Svartkjaftastovnurin hevur verið sera illa fyri seinastu árini, og mest loyvda veiðan í 2011 var søguliga lítil. Nú tykjast útlitini at verða betri, tí tilgongd er aftur til stovnin. Tað er ES, sum er formansland fyri samráðingunum hetta umfarið.
Samráðingarnar um skipan av fiskiskapinum eftir norðhavssild verða 18.-19. oktober 2012. Strandarlond um norðhavssild eru Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland. Stovnurin av norðhavssild er í minking, tí lítil og eingin tilgongd er til stovnin. Hetta hevur ført við sær, at heildarkvotan av norðhavssild er nógv lækkað seinastu árini – úr 1.640 mió. tonsum í 2009 til 833.000 tons í 2012. Tíanverri tykist henda gongdin at halda áfram eisini í 2013. Hóast stovnurin av norðhavssild er í minking, hava Føroyar seinastu árini ásannað, at lutfalsliga meiri av sild er í føroyskum sjógvi. Hetta er aftur staðfest í summar, har fiskiskapurin av makreli hevur verið tarnaður av hjáveiðuni av sild. Russland er formansland fyri samráðingunum hesaferð.
Samráðingarnar um makrel eru settar á skrá 22.-24. oktober 2012. Tá hittast strandarlondini ES, Føroyar, Ísland og Noreg enn einaferð fyri at royna at finna eina semju um, hvussu fiskiskapurin eftir makreli skal skipast frameftir. Mest sannlíkt verður talan um truplar samráðingar, tí seinastu samráðingarumførini hava givið ábendingar um, at partarnir enn standa langt hvør frá øðrum. Tað eru Føroyar, sum eru formansland fyri samráðingunum. Russland er boðið við til samráðingarnar sum eygleiðari.
Allar samráðingarnar eru á embætismannastigi og verða í hølunum hjá NEAFC í London.
Í føroysku samráðingarnevndini vera umboð fyri Fiskimálaráðið, Havstovuna og umboð fyri vinnuna.