21.01.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Kanada letur havnirnar upp aftur fyri føroyskum skipum frá 1. mars 2008

Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø hevur í dag fingið bræv frá kanadiska fiskimálaráðharranum, Loyola Hearn, sum boðar frá, at hann hevur tikið avgerð um at lata kanadisku havnirnar uppaftur fyri føroyskum og grønlendskum skipum frá 1. mars 2008.

 

Avgerðin hevur samband við, at NAFO limalondini halda ein eykafund síðst í apríl 2008 til tess at endurskoða skipanir fyri býti av rækjum á NAFO økjunum 3L og 3M (Grand Bank og Flemish Kap). Kanadiski fiskimálaráðharrin vísir í sínum brævi til Bjørn Kalsø á, at hann hevur tikið hetta stigið til tess at bøta um viðurskiftini landanna millum og skapa eitt gott grundarlag hjá øllum pørtum at fáa eitt nøktandi úrslit á komandi eykafundinum.

Bjørn Kalsø fegnast um avgerðina, og sigur seg somuleiðis vóna, at skipanin fyri býti av rækjum í 3L kann vera loyst á ein fyri Føroyar nøktandi hátt, sum tekur atlit at føroyska kravinum um rættvísan part av rækjum í NAFO.

 

"Hetta málið hevur verið atvoldin til ósemjuna við Kanada í alt ov langa tíð", sigur Bjørn Kalsø. "Frá føroyskari síðu hava vit áhaldandi víst á, at tað er eitt mál sum skal loysast innan NAFO. Havnastongsulin hjá Kanada hevur í roynd og veru verið ein forðing fyri at samráðast við góðum stevi um at finna eina varandi semju. Tí er tað sera positivt at Kanada nú hevur tikið hesa avgerðina og vit kunnu aftur fara til samráðingarborðið á jøvnum føti. Vónandi fara bøttu viðurskiftini eisini at lata upp fyri størri og tættari samstarv við Kanada á fleiri økjum í framtíðini" sigur landsstýrismaðurin.

 

Áðrenn NAFO limalondini vónandi koma ásamt um eina nýggju skipan fyri býti av rækjum í 3L, heldur verandi skipanin áfram fyri 2008. Hetta hevur við sær at Føroyar og Grønland aftur mótmæla verandi býtinum fyri 2008 og fara at seta sær egnu kvotu. Fyri 2008 verður henda kvotan tilsamans 2.584 tons, sum er ein lítil hækking samanborðið við 2007, tí at mest loyvda veiðan er farin úr 22.000 upp í 25.000 tons. Av hesum hava Føroyar latið Grønlandi 485 tons í sínámillum avtalu fyri 2008. Rækjustovnurin í 3L er væl fyri og útlit eru til, at fiskiskapurin kann mennast enn meira komandi árini.