Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur tikið avgerð um at játta ískoytiskvotur av svartkjafti til fýra skip.
Ískoytiskvotur verða latnar samsvarandi áseting í § 49, stk. 2 í sjófeingislógini fyri at styrkja um kvotugrundarlagið hjá ávísum fiskifari. Tøka kvotan at søkja um var 12.640 tons av svartkjafti umframt 1.178 tons av svartkjafti, sum eru flutt frá 2020.
Ískoytiskvotur av makreli og norðhavssild vórðu í 2020 lutaðar út fyri 5 ár fram, og tí kann í 2021 bert søkjast um svartkjaft.
7 umsøkjarar hava søkt um ískoytiskvotu av svartkjafti. Av hesum lúka 4 umsóknir treytirnar sambært sjófeingislógini. Tær umsóknirnar eru:
- P/F Jókin – m/s Arctic Voyager
- P/F Thor Fisheries – m/s Hoyvík
- P/F Jupiter – m/s Jupiter
- P/F Kinnfelli – m/s Katrin Jóhanna
Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um, at kvotuparturin til hvørt fiskifar verður 3.160 tons av svartkjafti.
Harumframt skal flutta nøgdin frá 2020 á tilsamans 1.178 tons leggjast afturat at kunna verða veidd í 2021. Av fluttu nøgdini fær hvørt av hesum somu fiskiførum sostatt 294,5 tons at fiska í 2021.