14.07.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Jarðfeingi lýsir eftir umsóknum um leiti- og framleiðsluloyvi
Við heimild í løgtingslóg nr. 45 frá 28. mai 2008 um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum verður við hesum lýst eftir umsóknum um leiti- og framleiðsluloyvi.
Økið, ið boðið verður út, liggur eystanfyri, sunnanfyri og í ein útsynning úr Føroyum. Samlaða víddin á útbodna økinum er 38.405 km2.
Tá loyvi verða veitt, verður dentur lagdur á arbeiðsskránna hjá umsøkjaranum, t.e. hvørjar kanningar umsøkjarin ætlar at gera á loyvisøkinum. Somuleiðis verður dentur lagdur á, at føroyskar vinnufyritøkur fáa møguleika at taka lut í virkseminum, soleiðis at leiting eftir olju kann fjøltátta føroyska vinnulívið.
Landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, sigur: “Við øktu vitanini, ið er til taks um føroyska økið, og við tøkniligu menningini økist eisini sannlíkið fyri at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum. Og nógv áhugaverd øki eru eftir at kanna, tí higartil eru einans seks brunnar boraðir. Hesir fevna bert um lítlan part av økinum og eru bert boraðir gjøgnum avmarkaðan part av jarðfrøðiligu løgunum”.
Umsóknarfreistin er 3. november 2008 kl. 12.
Landsstýrismaðurin miðar eftir at veita loyvi í 2008.
Tilfar viðvíkjandi útbjóðingini fæst við at venda sær til Jarðfeingi ella av heimasíðuni www.jardfeingi.fo.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Jarðfeingi
Tlf. 35 70 00
Teldupostur: jardfeingi@jardfeingi.fo