08.02.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, á fundi við Lisbeth Berg-Hansen, fiskimálaráðharra, um makrelmálið

Mánadagin 6. februar var Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á fundi í Oslo við norska fiskimálaráðharran Lisbeth Berg-Hansen.
 
Jákup Mikkelsen tók stig til fundin fyri at greiða norska fiskimálaráðharranum frá føroysku sjónarmiðunum viðvíkjandi samráðingunum millum strandarlondini um makrelin.
 
Landsstýrismaðurin legði dent á at greiða norska fiskimálaráðharranum frá um, hvussu vit í Føroyum á politiskum stigi meta um samráðingarnar og ta ósemju, ið er millum strandarlondini. Í tí sambandi varð eisini greitt frá, á hvørjum grundarlagi Føroyar seta fram krav um størri part av makrelkvotuni í mun til gomlu avtaluna frá 1999.
 
Lisbeth Berg-Hansen tók undir við Jákupi Mikkelsen, at føroyski parturin í makrelbýtinum eigur at gerast størri enn í gomlu avtaluni, men sum kunnugt kann Noreg ikki ganga føroyska kravinum á møti. Hvussu býtið strandarlondini millum verður, er ein samráðingar­spurningur.
 
Ráðharrarnir settu sína vón til, at komandi samráðingarumfar í Reykjavík kann flyta málið so mikið, at ein loysn kann fáast á hesi ósemjuni.