23.07.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Jacob Vestergaard skrivað bræv til sín íslendska starvsbróður um Næraberg

Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur í dag skrivað bræv til sín íslendska starvsbróður Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharra, um málið um Næraberg.

Jacob Vestergaard sigur í sínum brævi, at íslendska forboðið fyri, at Næraberg kann koma í íslendska havn er ein atgerð, sum ikki er í samsvar við Hoyvíkssáttmálan.

Hann heitir at enda í brævinum á íslendska fiskimálaráðharran um at taka alt málið um Næraberg upp til nýggja viðgerð, tí at fyri Næraberg og okkum í Føroyum hevur málið bráðskund.

Brævið kann heintast her.