03.10.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Jacob Vestergaard nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Formliga var nýggja landsstýrið skipað fríggjadagin tann 26 september 2008.
 
Mánadagin 29. september, tá Jacob Vestergaard byrjaði í nýggja starvinum, sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var skipað fyri stuttari samkomu í Fiskimálaráðnum, har umboð fyri starvsfólkið ynskti honum vælkomnum.
 
Somuleiðis fekk Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður í fiski- og tilfeingismálum, sum eisini var hjástaddur, eina heilsan frá starvsfólkunum, við ynski um góðan byr og tøkk fyri gott, men stutt, samstarv.
 
Bæði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Tórbjørn Jacobsen, tingmaður, fluttu fram stutta røðu og heilsan.
 
 

 Myndir