18.11.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, til móttøku á Eiði

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, til móttøku á Eiði

Í sambandi við, at nýggja felagið "Seanergy" er farið undir nýggja verkætlan í virkisbygningi á Eiði, tók Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, lut í stuttari samkomu á virkinum í seinastu viku.

Eyðkenni fyri virki og framleiðslu er, at tey kunnu kallast at vera nýbrot og nýmenning innan føroyska framleiðslu úr fiskaúrdráttum.

Rávøran til framleiðsluna er fiskaskræða, og framleidda vøran verður "kollagen-peptid (føroyskt: fiskakollagen)", ið er eitt serstakt protein, sum verður brúkt innan eitt nú matvøruídnað, men eisini vakurleikaídnað og heilivág.

Fiskimálaráðið hevur, grundað á fígging innan menning av fiskivinnu á landi, stuðlað verkætlanini bæði í 2006 og 2007. Í stuttari røðu nevndi ein av stigtakarunum, Egil Olsen, at leiklutur Fiskimálaráðsins í verkætlanini var sera týðandi. Ráðið hevur verið umboðað av Jákupi Mørkøre, verkætlanarleiðari innan fiskivinnuroyndir og menning av fiskivinnu á landi.

Landsstýrismaðurin bar fram stutta røðu. Í røðu síni nevndi hann, at Seanergy er eitt dømi um, at íverksetan er drúgv, krevur dugnaskap og vilja úr stáli. Landsstýrismaðurin nevndi, at hann longu í 2003, sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði verið í samband við stigtakararnar til verkætlanina, og nú – á heysti 2008 – sær ætlanin dagsins ljós. Hetta er bert eitt dømi um, at nýggj hugskot krevja miðvíst og sera væl skipað arbeiði, fyri at koma á mál. At hetta ber til, hevur Seanergy prógvað, segði landsstýrismaðurin millum annað.