09.06.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur luttikið á árliga NAFMC-fundinum, sum í ár var í Russlandi

Í seinastu viku var árligi North Atlantic Fisheries Ministers Conference (NAFMC) fundurin hildin í russiska býnum Kaliningrad.
 
Fundurin var millum fiskimálaráðharrarnar úr øllum fiskivinnutjóðum í Norðurhøvum, sum eru:
 
·        Russland
·        Norra
·        Føroyar
·        Ísland
·        Grønland
·        Canada
·        ES
 
Framløgurnar á fundinum vóru um:
 
1.      Býti av felags kvotum
2.      Røkt av havtilfeingi norðast í norðurhøvum, nú líkt er til, at stórir partar av ísi tiðna
3.      Ikki lógligur og ikki skrásettur fiskiskapur. Eftirlit
4.      Kópaveiða í Norðurhøvum
 
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísti á, at Føroyar hava stórar royndir í arbeiðinum at býta felags stovnar. Millum annað varð greitt frá málsgongdini, tá svartkjaftakvotan varð býtt millum strandarlondini. Landsstýrismaðurin vísti á grundleggjandi viðurskifti í hesum máli, so sum:
 
·        Nær er fiskurin í føroyskum øki
·        Hvussu er atgongdin til fiskin
·        Søgulig veiða
·        Vísindaligt tilfar
·        Hvussu bundið er landið av fiskivinnuni
 
Landsstýrismaðurin vísti eisini á viðurskifti, har ikki var komið á mál. Dømini vóru kongafiskurin í Irmingarhavinum og rækjurnar í NAFO-øki 3L.
 
Føroysku umboðini viðmerktu eisini føroysku umboðanina í ymsum millumlanda felagsskapum, har Føroyar eru lýstar sum ”DFG”, ið merkir Danmark/Føroyar/Grønland. Landsstýrismaðurin legði áherðslu á, at Føroyar skuldu verða lýstar sum ein sjálvstøðug eind, tí sjálvt um Føroyar og Grønland mangan eru á einum máli, so kann tað ikki vera rætt at lýsa tvey so ymisk øki sum eitt.
 
Onnur umboð søgdu seg skilja føroysku støðuna og søgdu seg vera vitandi um, at økini – Føroyar og Grønland - vóru ymisk.
 
Kjakið um tey størru økini norðanfyri, ið vera atkomulig, tí ísurin tiðnar, var lítið ítøkiligt. Málið er nýtt, so spurningurin um nýggjar avbjóðingar viðvíkjandi gagnnýtslu vóru reistir, men ikki viðgjørdir ítøkiliga.
 
Viðvíkjandi ólógligum fiskiskapi var niðurstøðan tann, at londini í enn størri mun enn higartil skula samstarva, millum annað við at lata hvørjum øðrum upplýsingar um skip hjá hvørjum øðrum eins og fremmand skip.
 
Kópaveiða varð viðgjørd gjølla á fundinum. Sum kunnugt hevur ES sett bann fyri innflutningi av kópaúrdráttum við fáum undantøkum. Tiltakið hevur rakt Grønland og Canada sera meint. Øll londini – við undantaki av ES – viðgjørdu málið við tí fyri eyga at gera eitt formligt mótmæli móti hesum banni. Føroyar og Canada høvdu tikið stig til mótmælið. Okkara landsstýrismaður gav til kennar á fundinum, at hóast Føroyar ikki reka kópaveiðu, so er málið sera grundleggjandi fyri Føroyar, tí føroyska fatanin er greið: alt havtilfeingið skal kunna gagnnýtast á burðardyggan hátt. Føroyar síggja onga grundgeving fyri at taka ávísan part úr heildini og semjast um, at júst hesin ikki skal gagnnýtast. Føroyar góvu við hesi grundgeving Canada og Grønlandi sín fulla stuðul.
 
Tað eydnaðist tó ikki at gera ætlaða mótmælið liðugt á hesum fundinum, tí formansskapurin (Russland) segði, at málið ikki var eitt høvuðsmál á skránni. Londini samdust tó um at arbeiða víðari við málinum, sum hevur til endamáls at fáa eina semju millum londini frá Canada fyri vestan til Russlands fyri eystan um at mótmæla kópabanninum, eins og at staðfesta, at alt havtilfeingið skal gagnnýtast burðardygt.
 
Niðurstøðan á fundinum er fest í eitt communiqué, ið kann lesast her.
 
Næsti NAFMC-fundurin verður í Canada á sumri 2010.