19.03.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Jacob Vestergaard hitt Karmenu Vella, Evropanevndarlim í fiskivinnumálum

Seint seinnapartin í gjár hitti Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, Karmenu Vella, Evropanevndarlim í fiskivinnumálum, á høvuðsborgini hjá Evropanevndini í Brússel.

Fundurin, ið var tann fyrsti teirra millum síðan Maria Damanaki fór frá sum Evropanevndarlimur í fiskivinnumálum, og Karmenu Vella tók við, var uppbyggjandi og fór fram í einum jaligum anda.

Á fundinum vórðu áleikandi mál í viðurskiftunum millum Føroyar og ES viðgjørd og serstakliga, hvussu strategiska samstarvið millum Føroyar og ES kann mennast í framtíðini.

Báðir teirra vóru á einum máli um, at góða og vinarliga samstarvið millum Føroyar og ES, sum kom í lag í sambandi við Makrelsemjuna, fer at halda fram næstu árini, har hetta samstarv eigur at fáa hægstu raðfesting.