Jacob Vestergaard hitt grønlendska starvsbróður sín Aqqualuaq B. Egede
Á fundi í Havn í gjár hitti Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, grønlendska landsstýrismannin Aqqualuaq B. Egede, har ymisk viðurskifti í londunum báðum innan fiskivinnu og veiðu vórðu umrødd. Partarnir kunnaðu eisini hvønn annan um støðuna í vinnuni hvør hjá øðrum.
Felags avbjóðingar innan marknaðarviðurskifti og millum annað heilsufrøðilig krøv vórðu umrødd.
Somuleiðis umrøddu landsstýrismenninir ta ávirkan, sum korona hevur havt á vinnuna í báðum londunum.
Samstarvsmøguleikar millum vinnufeløg vórðu umrøddir millum annað viðvíkjandi móttøku, frysting og flutningi av fiski.
Drúgva fiskivinnusamstarvið landanna millum varð eisini viðgjørt. Partarnir báðir ásanna týdningin av áhaldandi at troyta vakstrarmøguleikar í samstarvi og avtalum.
Jacob Vestergaard viðmerkir, at samstarv millum tveir partar sum Føroyar og Grønland verður røkt á besta hátt, um landsstýrisfólk eisini møtast at viðgera felags mál, umframt tær regluligu samráðingarnar um fiskiveiðiavtalu landanna millum.