04.11.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Jacob Vestergaard hitt Elisabeth Aspaker

Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur í dag havt fund við norska fiskimálaráðharran Elisabeth Aspaker.
Tað var fyrsti fundur teirra millum, og fyrsti fundurin norski fiskimálaráðharrin hevði við ein útlendskan ráðharra.
Á fundinum nýttu fiskimálaráðharrarnir báðir høvið til at viðgera áleikandi mál landanna millum, eitt nú málini um makrel, norðhavssild, sínámillum fiskirættindi og Svalbard.
Jacob Vestergaard sigur, at fundurin fór fram í einum jaligum anda, ið var uppbyggjandi og álitisskapandi fyri viðurskiftini millum Føroyar og Noreg.
Eftir ætlan fara Vestergaard og Aspaker at hittast aftur, so skjótt avgerandi framstig eru gjørd viðvíkjandi strandarlandasamstarvinum um norðhavssild og makrel.