19.10.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Ikki semja í London um svartkjaft og norðhavssild

Hesa vikuna hava samráðingar verið í London millum strandarlondini um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti og norðhavssild í 2013.
 
Partarnir komu ikki til endaligar niðurstøður á fundunum, hvørki viðvíkjandi norðhavssild ella svartkjafti. Viðvíkjandi norðhavssildini er tað býtið, sum skilir partarnar, meðan samráðingarnar viðvíkjandi svartkjaftinum eru tarnaðar av ósemju um atgongd. Føroyar eru tó ikki partur av ósemjuni um svartkjaftin.
 
Føroyar hava undir samráðingunum um norðhavssild gjørt hinum londunum greitt, at Føroyar ynskja samráðingar um eitt nýtt býti av stovninum. Núverandi býti samsvarar ikki útbreiðsluna av norðhavssild í Norðuratlantshavi, og Føroyar taka tí ikki undir við eini avtalu á sama støði sum undanfarin ár. Føroyska sjónarmiðið hesum viðvíkjandi varð longu borðið fram undir samráðingunum um norðhavssild, sum vóru í fjør.
 
Avgjørt er, at partarnir fara undir framhaldandi samráðingar seinni í heyst.