06.06.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
ICES ráðgevingin fyri m.a. botnfiskastovnarnar undir Føroyum er nú komin
Samandráttur av ICES ráðgevingini 2008 fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum
Toskur á Landgrunninum. Stovnurin er í ár mettur at vera so lítil sum ongantíð áður. Hann er nú mettur ikki at klára at framleiða góða tilgongd, sjálvt um umstøðurnar annars eru góðar í sjónum. Veiðutrýstið er so stórt, at tað ikki er burðardygt. Allir árgangirnir síðani 2001 hava verið umleið ein triðing av lang-tíðar miðal.
ICES mælir tí til, at eingin fiskiskapur verður eftir toski í 2009, og at ein ætlan verður gjørd fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur.
Toskur á Føroyabanka. Tað ber í løtuni ikki til neyvt at meta um stovnsstøddina á Føroyabanka, men við støði í yvirlitstrolingum er stovnurin tó eftir øllum at døma sera illa fyri. Veiðan er minkað nógv seinastu trý árini, meðan veiðutrýstið hevur verið oman fyri miðal.
ICES mælir tí til, at eingin fiskiskapur verður loyvdur, fyrr enn yvirlitstrolingarnar vísa, at stovnurin er komin fyri seg aftur, tað er ájavnt ella oman fyri tað støðið, hann var á í 1996-2002.
Hýsa undir Føroyum. Stovnurin er í løtuni væl fyri og fult førur fyri at framleiða góða tilgongd, men veiðutrýstið er í hægra lagi. Allir árgangir síðani 2003 hava verið væl undir miðal, og árgangirnir 2005-2007 eru mettir til nakað av tí minsta,v it hava sæð. Hildið saman við, at vøksturin á hýsu ikki er góður fyri tíðina, so vil gýtingarstovnurin minka sera skjótt. Sjálvt við ongari veiðu í 2009 vil hann vera í vanda fyri ikki at megna at framleiða góða tilgongd.
ICES mælir tí til, at eingin fiskiskapur verður eftir hýsu í 2009. Ein ætlan fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur eigur at verða gjørd, áðrenn fiskiskapurin kann verða loyvdur aftur.
Upsi undir Føroyum. Vegna ávísar lívfrøðiligar umstøður, serliga tann sera lítla vøksturin av upsa, sum hevur verið seinastu árini, eru tær vanligu stovnsmetingarnar heftar við stórari óvissu, og stovnsstøddin tí óviss. Men stovnurin tikist vera um miðal, og veiðutrýstið lutfalsliga høgt. Tilgongdin hevur verið oman fyri miðal seinastu 10 árini.
ICES mælir til, at veiðutrýstið verður minkað, kanska eini 20% í 2009 sum eitt fyrsta stig. Gýtingarfriðingin av upsa eigur at halda fram.
Meira fæst at vita við at venda sær til Fiskirannsóknarstovuna og/ella við at fara inn á heimasíðuna hjá ICES (www.ices.dk\advice) og velja latest advice