14.06.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

ICES-ráðgeving og avgerðarmannagongdir – við dømum úr Føroyum

Fiskivinnuumsitingin – hvussu tosa skipanirnar saman?
 
Hotel Føroyar, Tórshavn, týsdagin 15. juni kl. 09.00-16.00
 
Hvussu verður fiskatilfeingið umsitið, og hvussu kunnu tey, sum granska og tey, sum taka avgerðirnar um hvat sum skal fiskast, tosa betri saman.
 
Uppskot um nýggja kunningar- og avgerðarskipan fyri føroysku fiskivinnuumsitingina verður lagt fram og orðaskifti verður um tað týsdagin.
 
Í orðaskiftinum um hvussu fiskatilfeingið skal umsitast er langt millum tað fiskimenn meina og tað granskarar meina. Í hesum orðaskiftinum er tað, sum ICES sigur, og tað, sum stendur í teirra árligu útgreiningum, tað, sum altíð stendur í andglettinum í tí fiskivinnupolitiska orðaskiftinum. Kunnu partarnir, ið tykjast at standa fyri hvør sínari tulking, tosa betri saman?
 
Í morgin, týsdagin 15. juni, er felagsfundur har norðurlendskir fiskifrøðingar, umsitarar og fiskimenn hitta umboð fyri ICES. Fundurin er á Hotel Føroyum.
Fundurin er bert fáar dagar eftir at ICES og Havstovan eru komin við sínum tilmælum um hvat sum kann veiðast undir Føroyum komandi fiskidagaár.
 
Endamálið við einum slíkum felagsfundi er at fáa greina og havt eitt orðaskifti um grundarlagið, ið ICES nýtir tá tey geva síni ráð. Eisini skal hyggjast eftir hvussu hesi ráðini gerast grundarlagið fyri tí sum gerst til kvotur ella fiskidagar hjá fiskimonnunum.
 
Á fundinum í Havn koma fleiri av teimum, sum hava verið við til at geva ráð um fiskiveiðuna, og sum hava mett um, hvat fiskastovnarnir tola. Millum tey, sum koma at hava orðið á Hotel Føroyum í morgin er varaforsetin í ICES, finnin Eero Aro. Hann skal greiða frá hvussu ICES arbeiðir við sínum skipanum fyri fisk í norðara parti av Atlantshavinum. Hann greiðir eisini frá sambandinum millum tað fiskifrøðingarnir gera í hvørjum landi sær og tí, sum ICES ger.
Fyrrverandi skrástjórin í ICES, danin Hans Lassen, skal leggja fram skipanir sum lýsa støðuna fyri allan heimin, og greiða frá hvat skipanirnar kunnu geva av kunning til tey, sum taka avgerðir.
 
Hugt verður eisini eftir føroysku fiskidagaskipanini og arbeiðinum hjá fiskidaganevndini. Hvussu megnar føroyska skipanin at taka ráðini hjá ICES við í sínar metingar?
 
Jógvan Mørkøre, granskari, greiðir frá, hvørjar royndir evropeiskir fiskimenn hava við umsitingarskipanunum. Og hvat halda fiskimenn um gongdina, frá ICES gevur ráð, til teir sjálvir fáa eina kvotu ella fiskidagar?
 
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, skal greiða frá hvat tey føroysku feløgini á fiskivinnuøkinum halda um avgerðargongdina, frá fiskifrøðingar siga sítt til fiskidagarnir eru samtyktir og útskrivaðir.
 
Seinnapartin týsdagin verður orðaskifti har umboð fyri fiskivinnuna, fiskifrøðingar, vinnunevndina hjá løgtinginum og Fiskimálaráðið fara at kjakast um eina nýggja kunningar- og avgerðarskipan fyri føroysku fiskivinnuumsitingina. Uppskotið verður lagt fram á fundinum.
 
Fyrilestrarnir og orðaskifti eru á norðurlendskum.
 
Skráin fyri dagin kann lesast her.
 
Nærri upplýsingar:
Fiskimálaráðið
og formansskapið fyri norðurlendska fiskivinnusamstarvið í 2010:
Ulla S. Wang, ráðgevi
Tlf.: 353030
 
Tilmelding til: Edith Lamhauge: edith.lamhauge@fisk.fo