At seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum og at fremja tey í verki
Skipað verður fyri fundi á Búnaðarstovuni í Kollafirði mánadagin tann 24.10.2016, frá kl. 13.00 til 16.00.
Fiskimálaráðið og Búnaðarstovan eru fyriskiparar av fundinum.
Fundurin hevur sum endamál at viðgera og seta ítøkilig mál fyri landbúnaðin í Føroyum, og øll, ið varða av og hava áhuga fyri landbúnaði í Føroyum, eru vælkomin.
Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Høgni Hoydal, greiðir frá politisku málunum hjá landsstýrinum um at gagnnýta og virðisøkja egið tilfeingi og í størri mun at gerast sjálvveitandi við dygdarvørum.
Eftir framløguna hjá landsstýrismanninum viðmerkja fólk við áhuga og innliti í landbúnaðarmál tey sjónarmið, sum landsstýrismaðurin leggur fram – og orðið verður frítt.
Tey evni, ið landsstýrismaðurin fer at umrøða, eru hesi:
- Sjálvveitandi við staðbundnum landbúnaðarvørum.
- Royndir/gransking/útbúgving.
- Brúksskylda.
- Lendið, lendisætlan og at velta burturúr nýggjum.
- Fígging.
Ætlandi skal fundurin geva íblástur, viðgerð og uppskot til at orða heilt ítøkilig mál fyri landbúnaðin, og hvussu tey kunnu fremjast í verki.
Fundurin er almennur. Tó verður heitt á fólk um at boða frá luttøku hjá Búnaðarstovuni á telefon 479 000 ella um teldupost á bst@bst.fo í seinasta lagi hósdagin 20. oktober kl. 15.