20.01.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Í morgun hittast strandarlondini aftur til samráðingar um svartkjaft og norðhavssild
Hesa vikuna fara strandarlondini aftur at samráðast um svartkjaft og norðhavssild í London. Samráðingarnar eru eitt framhald av undanfarnu samráðingarumførum ávikavist í oktober og desember mánaði í fjør.
Tað eydnaðist ikki strandarlondunum at gera semjur um nýtt býti á seinastu samráðingarumførum beint undan jólum, og avgjørt var tí at gera aftur eina roynd nú í januar mánaði.
Á samráðingunum beint undan jólum høvdu strandarlondini í grundregluni tó eina felagsfatan um flestu tættir í nýggjum semjum um svartkjaft og norðhavssild, eitt nú, at heildarkvotan fyri svartkjaft og norðhavssild fyri 2015 skal vera ávikavist 1.260.000 tons og 283.013 tons.
Sostatt snúgva samráðingarnar hesaferð burturav um framtíðar býtið av hesum báðum stovnum.